Tíðindablaðið - 25.10.1974, Síða 8
Síða 8
Meira um
blindgørn
Tað órógvaði meg ikki
sørt, tá ið eg sá svarið,
tygum góvu J.J. í blað-
num 4.10. Fyri fýra ár-
um síðani hevði eg eitt
anfall av blindtarmi-
num. Eitt ár seinni var
eg tvær ferðir sjúkur
ein mána ímillum, ta
fyrru ferðina var eg i
Havn og var hjá lækna
har. Blindtarmurin var
sjúkur, segði hann,
men ikki nóg sjúkur at
taka.
Seinast var eg hjá
lækna í heimbygdini.
Hesaferð hevði eg fep-
ur. Hann bað meg
koma aftur, um eg
versnaði meira, tí so
mátti eg á sjúkrahúsið
beinanvegin. Eg bleiv
ikki verri, og so varð
einki gjørt.
Er blindtarmurin
sjúkur og sostatt hætt-
isligur enn, tá tað eru
gott 3 ár, síðan eg var
sjúkur seinast?
0.
Tað er kanska ov mikið
sagt, at tað er hættis-
ligt at hava eina blind-
gørn, sum bruni fyrr
hevur verið í. Men um
tygum ikki eru sjómað-
ur, so haldi eg tygum
bert skulu bíða at fáa
nakað gjørt við tað, til
tygum aftur fáa líkn-
andi búkilsku.
MS
Pillara-
aldur
Hvussu nógv ár skal
man vera, tá ið man
kann taka p-pillarar?
T.c.
Vanligar p-pillarar
kunnu bert nýtast av
kvinnum yvir 20 ár,
men mini-pillarar kunn-
u eisini kvinnur undir
20 ár taka. Tað skal
viðmerkjast, at teir eru
ikki so sikrir sum hinir.
MS
Kálk í
blóðinum
Tá ið ein hevur ov nógv
kálk i blóðinum, hvøij-
um kemur tað av? Kann
tað lekjast? Kann tað
vera av, at ein hevur
fingið fleiri kontrast-
Marner Simonsen, yvir-
lækni svarar
innspræningar? Hvar
følir ein seg sjúkan,
sum hevur ov nógv kálk
í blóðinum?
Spurin
Ov mikið kálkinnihald í
blóðinum kemur av, at
nakrir smáir kertlar á
hálsinum eru í ólagi.
Kosturin kann eisini
vera orsøkin.
Hetta kann bert lekj-
ast við skurðviðgerð.
Ov mikið kálkinni-
hald í blóðrenslinum
hevur onki samband
við, at ein fyrr hevur
fingið kontrastevni inn-
sprænt.
Vanliga er fyrsta
sjúkratekinið nýra-
steinur.
\ \ MS
Útflot
Vit eru tvær 13 ára
gamlar gentur, 'ið hava
eitt problem. Vit hava
báðar í langa tíð (2 ár)
h..vt gult útflot, ið er
ógvuliga generandi. Vit
hava hoyrt, at hetta er
nakað, man fær áðrenn
mánasjúkuna, men vita
ikki reiðiliga, hvat hett-
a er fyri nakað.
Kunnu tygum svara
okkum uppá hetta.
Tær ósikru
Tað er vanligt, at tað
kemur eitt sindur av út-
floti, áðrenn bløðingar-
nar byrja, og tað hevur
ongan týdning.
MS
Brøv til læknan kunnu
sendast til Tíðindablað-
ið, Klokkaragøta 19,
3800 Tórshavn
TÍÐIIMPABLAÐIP friggjadagin 25. oktober 1974
Leygardagin kl. 8.30 opnar nýggi
I
Sjálvtøkuhandilin
við Tórfinnsgøtu
Mullersbúð
Tórfinnsgøtu
Vit hava allar vanligar húsarhalds-
vørur.
Handilin er í nýmótans og hugnalig-
um høli.
Vit senda vørurnar til dyrnar. Um
heilt stutta tíð fáa vit telefon, men
longu nú senda vit vørurnar út, um
vit bert fáa bíleggingarseðilin í
handilin.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Tíðinđa-
blaðið
Tlf.
14849.
Sjónleikarhúsið
Fyrstaf ramførsla av sjónleikinum
WOYZECK
eftir
Georg Buchner
26/10 leygardagin kl. 19.00
. 27/10 sunnudagin kl. 19.00
28/10 mánadagin kl. 20.00
29/10 týsdagin kl. 20.00
30/10 mikudagin kl. 20.00
31/10 hósdagin kl. 20.00
Bílegging og søla av atgongumerkjum til sýning
um kvøldið fer fram í Leikhúskioskini frá kl. 14.00
— 17.30 (tlf. 14504) og við leikhúsinngongdina ein
tíma undan sýning. Bílegging sama stað 2 sýn-
ingar fram. Tlf. 11131.
Leikurin byrjar stundisliga. Aftaná fáa vit ikki
tikið fleiri inn.
Pagrøktin
ÆT ap jr ■
i Torsnavn
Dagrøktin í Tórshavn er stovnað fyri at bøta um
viðurskiftini, orsaka manglan av stovnum til at
røkta børn frá ca. 0—7 ára aldri.
Skipanin verður gjørd soleiðis, at sáttmáli
verður gjørdur við heim, sum kunnu átaka sær at
taka 1 ella fleiri børn í dagrøkt 45 timar um
vikuna, teir fyrstu 5 dagarnar i vikuni.
Kommunan rindar pening til dagrøktarheimið,
og foreldrini at børnunum gjalda kommununi fyri
uppihaldi hjá børnunum eftir somu reglum eins og
á vøggustovum og barnagørðum.
Dagrøktarheimið hevur samband við dag-
røktarleiðaran, sum hevur eftirlit við dagrøktar-
heimum, og er ráðgevandi á ymsan hátt.
Dagrøktarmamman skal hava hegni til at røkta
børn antin við sjálv at hava ella hevur havt børn,
ella hevur útbúgving sum barnapleyirska ella
annað tílíkt. Pleygumamman skal hava áhuga
fyri børnum og má hon bera so í bandi at barnið
trivnast á besta hátt.
Dagrøktarheimið: Meðan barnið er í heiminum
skal barnið fáa fullan kost og haldast reint.
Viðurskiftini í pleyguheiminum mugu ikki forða
barninum at spæla í tryggleika, og møguleiki skal
verða fyri at barnið kemur út í fríska luft.
Børnini skulu hava uppihald í dagpleyguheimi-
num 45 tímar um vikuna gerandisdagar, tó
undantikið leygardag.
Kommunan veitir stuðul til dagrøktarheimið
við tað at dagrøktarleiðarin vitjar heimið og gevur
ráð á ymsan hátt, eins og sosiala deildin o.fl.
Sengur kunnu lánast frá kommununi, eins og
kommunan framvegar blæður.
Víðspæl kann framvegast, tá kommunan lánir
hetta út.
R
Æ
N
D
U
R
Tá David kom aftur við lykli-
num, avgjørdi hann at avdúka
alla ráðagerðina, og hann og
Alan — soleiðis æt fremmanda-
maðurin — fóru at fyrireika seg
at verja seg.
Ruffið var bygt úr sterkum
eikiviði, og har vórðu, sum sagt,
øll vápnini goymd. David varð
settur at løða allar revolvarar-
nar. Alan sjálvur fór í dyrnar at
standa við síni blonku korðu.
Teir avtalaðu sínámillum, at
meðan Alan vardi dyrnar, skuldi
David kaga gjøgnum skeilettið
og skjóta teir niður, sum royndu
at falla teir í bakið.