Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Qupperneq 4

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Qupperneq 4
Síða 4 Rætting í einum petti í greinini hjá Hákun Djurhuus í seinasta blað var orðið «byrja» komið atstand- a í staðin fyri orðið «bjarga». Orðaljóðið skuldi vera hetta:«... og tá Fólkaflokkurin bjargaði bergholsgerð- ini í Suðuroy». Gideon Evangeliskt møti verð- ur í Gideon í Vest- manna sunnudagin kl. 18. Fremmandir talar- ar. Útvarpið Eftir tíðindini í kvøld hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen Orðabók- ina, og kl. 19 hevur há- skúlastjórin Steinbjørn B. Jacobsen fyrilestur um føroyskar bama- bókmentir. Kl. 19.30 spælir Gwenneth Pryor úr Framsýningarmynd- unum av Moussorgsky. Á skránni kl. 20 er sending, ið kallast Fríggjakvøld kl. 20. Politiskar sendingar Tær politisku valsend- ingamar i útvarpinum byrja nú leygarkvøldið. Tær vara í hálvan ann- an tíma, frá kl. 19 til 20.30. Flokkamir fáa orðið í hesi røð: Leygarkvøldið javn- aðarflokkurin, sunnu- - kvøldið tjóðveldisflokk- urin, mánakvøldið fólk- aflokkurin, týskvøldið framburðsflokkurin, mikukv»l<lið sam-; bandsflokkurin, hós- kvøldið sjálvstýris- flokkurin og leygar- kvøldið uttanflokkalist- in í Suðurstreymoy. Týskvøldið fyri valið verður orðaskifti mill- um flokkarnar, tó ikki uttanflokkalistan. Flokkamir fáa orðið í trimum umfømm, 15 minuttir, 5 minuttir og 5 minuttir. Mótmæla porno Hans Andr. Joensen og Victor Holm Carlsen hava handað fútanum eitt skriv, har teir klaga um, at siðloysis — por- nografiskur — lesnaður verður seldur í Føroy- um. í brævinum verður sagt, at pomografisk bløð við myndum verða seld í kioskum og bók- handlum, og at teir T G leggja prógv fyri hesum fram 'fyri politiið. Teir nevna bløð sum Rapp- ort, Espress og ung- dómsbløðini Go og Sa- brina. Víst verður á revsilógina grein 234, petti 2 og 3, sum teir siga skilliga visir, at sølan av slíkum bløðum er ólóglig. Teir biða politivaldið steðga søl- uni beinanvegin. Hans Andr. Joensen og Victor Holm Carlsen siga, at teir handaðu fútanum tvey eintøk av Express og Rapport, og at han lovaði at fara í landsstýrið við tí fyri at fáa steðgað innflutning- inum av hesum bløðum. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend altargongd í Rytuvík. Petur Peter- sen verður í Havnar kirkju, skriftarmál kl. 10.40. Eivind Vilhelm varabispur verður í Hattarvikar kirkju, sum fyllir 75 ár. K.O. Viderø hevur altar- gongd í Fámjin kl. 12 og í Øravík kl. 18. Axel Tórgarð hevur altar- gongd í Kvívík. Høgni Poulsen hevur altar- gongd i Miðvági. Jóhan Weyhe hevur altar- gongd í Sumba kl. 12 og á Leiti k!. 18. Jákup Joensen hevur orgul- vígslu og Jákup Mag- nussen gudstænastu i Klaksvíkar kirkju. Møtir Á Adventistaskúlanum hevur T. Tomasson bíb- liugransking leygar- dagin kl. 9.30. P. Berg hevur gudstænastu kl. 10.45. í Filadelfia, Landa- vegi 12, verður sang- venjing í kvøld kl. 20. í Ebenezer verður sunnudagsskúli kl. 12 og evangeliskt møti kl. 18 sunnukvølđið. í Betesda í Klaksvík verður evangeliskt møti sunnukvøldið kl. 18. I Frelsunarherinum hevur Herikstad strein- gjamusikkvenjing í kvøld kl. 19.30. ! Evangeliihúsinum í Tróndargøtu verður ev- angeliskt møti í kvøld kl. 20. Ester Rasmus- sen úr Danmark og Willy Hansen og konan tala. 1 Missiónshúsinum við Lanđavegin verður møti sunnukvøldið kl. 19, og sunnudagsskúli kl. 14. TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Tað nýggja goymsluhúsið, sum Kjølbro hevur bygt omanfyri flakavirkið á Kósini Útbyggingarætlan á Kósini fyri 5 milj. kr. gólvvidd. Tað kann eisini sigast soleiðis, at vit kund- u havt eini 450 tons minni av saltfiski og eini 350 tons minni frá flakavirkinum inni, sigur Svend Thule- sen. 5 milj. kr. Men tað er ivasamt, hvussu tað verður, um bryggjan ikki verður so long sum ætlað I løtuni verður arbeitt uppá at leingja bryggjuna á Kósini í Klaksvík, har P/F J.F.Kjølbro síðani ætlar at fara undir stóra víðkan av fiskavirkinum. Tað núverandi flakavirkið varð bygt mitt í trýssun- um, har hevur verið nógv arbeiði síðani, og virkið hevur borið seg væl. Hetta flakavirkið er tað í landi- num, sum hevur gingið best hesi árini. Verður keiin ov stutt? Bryggjan á Kósini skuldi leingjast við 115 metrum, men nú frættist, at arbeitt verður eftir einari tekning. sum leingir bryggjuna 102 metrar. - Vit hava ikki skorið ætlanina niður, sigur bý- ráðsformaðurin í Klaksvík, Trygve Laksáfoss. Men tað er komin onkur mis- skiljing í. Tað hava verið samráðingar aftur og fram við teir, sum hava teknað, og tosað hevur eisini verið um at fáa tann játtaða peningin at røkka til út- bygging á vestara armi eisini. Undir hesum sam- ráðingum er komin ein misskiljing, so at ein tekn- ing uppá 102 metrar er gjørd. - Hvat verður so bygt? - Útbyggingin á Kósini verður fyrst og fremst gjørd fyri at tað skal verða møguligt at víðka flaka- virkið. Vit fara ti at leingja bryggjuna 115 metrar, sig- ur Trygve Laksáfoss. Ein smeitur - Á tekning, sum arbeitt verður eftir i løtuni, verður byggiøkið til víðkanina 94 metrar og ikki 115 metrar. Verður hetta so, verður tað ein smeitur, og vit vita ikki rættuliga, um nakað verður bygt, sigur stjórin í P/F Kjølbro, Svend Thul- esen. Henda styttingin merkir, at húsið má vera 10 metrar styttri. Breiddin er 30 metrar, og vit koma sostatt at missa 300 m2 av Uppíbygningurin á Kósini kemur at vera 55 metrar langur, og tá verður fiska- virkið tilsamans 180 metr- ar langt og 30 metrar breitt. 1 nýbygninginum verður eitt frystirúm 20 x 30 metrar, eitt kølirúm til saltfisk 20 x 30 metrar og eitt arbeiðsrúm til saltfisk 15 x 30 metrar. Kostnað- urin av nýbyggingini verð- ur ikki undir 5 milj. kr. Oman fyri tað núverandi virkið hava teir nú bygt ein skúr at goyma í — plattar, kassar, truckar, emballasju og maskinur. Hetta verður gjørt fyri at fáa meira arbeiðspláss á virkinum. Goymsluhúsið er 580 m2 og hevur kostað um eina hálva miljón. Kjølbro størsti framleiðari - Tá útbyggingin á Kósini er liðug er m.a. ætlanin at taka ímóti øllum trolara- fiskinum har, sigur Svend Thulesen. - í løtuni fer tað nógva út á Skála. Frá trolarunum rokna vit við at fáa eini 3500 tons árliga, og tað gevur útivið hálva aðru miljón kr. í arbeiðs- løn. 1 ár eru stívliga 3.000 tons landað á Skála og gott 800 tons í Klaksvík. Húsið á Skála hava vit ætlað at selt, men onki er komið burtur úr hesum. - Hvussu stórur hevur útflutningur tykkara verið í ár? - Til 30. september áttu vit 58% av øllum tí, sum var selt gjøgnum Fiskasøl- una, og vit høvdu viðgjørt 71% av øllum tí fiski, Fiskasølan hevði selt, sig- ur Svend Thulesen. Her skal leingingin av Kósabrúnni vera. Flakavirkið verður bygt í fullari breidd norðureftir % ♦ ♦

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.