Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 6

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Kravgongur í Saigon Andstøðan ímóti forsetanum fer væntandi at harðna Suðurvietnamesiski forsetin van Thieu Trolforboð á trimum leiðum Norska stjórnin hevur nú avgjørt at seta norð- monnum og útlending- um forboð at trola á trimum leiðum úti fyri norðurnorsku strond- ini. Ráðharrin Jens Ev- ensen hevur ta seinastu vikuna greitt evrope- iskum stjórnum frá æt- lanini at forbjóða trol- veiðu á hesum leiðum. Einastaðni er trolfor- boðið galdandi út á 54 fjórðingar, t.v.s. út um tað 50 fjórðinga mark- ið, sum Norra ætlar at seta í gildi næsta ár. Forboðið røkkur tó ong- astaðni so langt eystur, at tað nemur leiðina, sum norðmenn og russ- ar tingast um at býta ímillum sín í Barents- havinum. Stjórnin í Italia Sosialistaflokkurin í I- talia vildi mikudagin ikki góðkenna tær treytir, sum Amintore Fanfani úr Kristiliga Demokratiska Flokkin- um setti fyri at skipa stjóm. Úr Rom søgdu tíð- indini, at ósemjan mill- um kristiligu demokrat- amar og sosialistamar var ikki so stór, sum tað tóktist, og at møgu- leikar kanska vóru fyri einari samgongu kort- ini. Ráoiju- prísurin Búskaparfrøðingar úr OPEC — felagsskapi- num hjá teimum olj- uframleiðandi londun- um í Miðeystri — eru komnir saman til fund- ar at viðgera spuming- in at áseta eina nýggja prísskipan fyri ráolju. Ein talsmaður fyri OPEC sigur, at enda- málið er at finna fram tU. eina skipan, sum brúkaralondini skilja betur, og sum ger tað torførari hjá oljufeløg- unum at spekulera. Vilja hava kríggj Sovjettiska floksblaðið Pravda skrivar í eini viðmerking, at Kina roynir at fáa eitt atom- kríggj ímillum USA og Sovjetsamveldið. Pravda skrivar, at kin- esisku leiðaramir hava roynt at elva politisku leiðarunum í Vestureu- STUTT UTTANEFTIR ropa til at styrkja her- naðarliga samarbeiðið í NATO ímóti sovjettisk- u hóttanini. Pravda skrivar, at Kina roynir at køva vónina um ein varandi frið í heimi- num. Kissinger í Moskva Amerikanski uttanrík- isráðharrin, Henry Kissinger, hevur í Moskva fyrireikað ein fund, sum skal vera seinni millum Leonid Brezjnev og Gerald Ford. Hann byrjaði tingingar við sovjett- isku leiðaramar í gjár. Sunnudagin heldur hann leiðina fram til India og Pakistan. Hann sigur, at hann hevur ætlanir um at gera eina ferð til Kina innan árslok. Kissinger hevur eisini sagt; at fundurin á hægsta stigi í Rabat millum arabisk- u londini kemur at vera avgerandi fyri, um hann eisini skal vitja Miðeystur, áðrenn hann fer heimaftur til USA. Lata ikki ein tumma av lendi Fundurin millum arab- aramar í Rabat verður hetta vikuskiftið. Egyptiski forsetin, An- war Sadat, hevur Sagt, at Egyptaland vil taka aftur tey arabisku øki, sum ísrael hevur her- sett og hjálpa palest- inska fólkinum at vinna síni rættindi. Sadat segði í egyptiska tjóð- artinginum, at Egypta- land fer ikki at ganga við til at lata Israel fáa so mikið sum ein tumma av arabiskum lendi, hvørki á Sinai, Golan, økinum vestan- fyri Jordan ella Jerusa- lem. Samstundis sum vit rætta ísrael eina vinarhond, fara vit við hinari hondini at keypa nýggj vápn. í Rabat hava arab- iskir uttanríkisráðharr- ar og palestinskir leið- arar fyrireikað fundin. Eitt av høvuðsmálun- um er umboðan hjá pal- estinska fólkinum á ráðstevnuni í Geneve. Osemja hevur verið millum Hussein kong í Jordan og palestinska frælsisfelagið um hetta mál. Seinastu vikurnar hava verið fleiri mótmælir í Suðurvietnam ímóti Nguyen van Thieu forseta. Seinasta sunnudag var eitt stórt mótmæli í Saigon. Tað var fyrireikað av leið- arunum fyri smáum bhuddistiskum og katólsk- um bólkum, sum kravdu, at politiskir fangar verða latnir leysir, og at tær pol- itisku greinamár í Paris- sáttmálanum verða settar í verk. Mótmælismenninir funnust at politikkinum hjá van Thieu, og tað vóru nógv ungfólk, sum tóku lut í kravgonguni ígjøgn- um gøturnar í Saigon. Hetta førdi til, at krav- gongan endaði við einum samanbresti við politi. Tinghúsini fingu nakað av skaða, og tveir politistar og ein mótmælari vórðu eisini skaddir. Bert ein tikin Tíðindamenn í Saigon sig- a, at politiið royndi ikki at forða mótmælismonnun- Republikararamir hava lít- ið gott at vænta sær av hesum valinum. Sjálvt teir trúgvastu republikararar- nir eru greiðir yvir, at, teir fara at missa fleiri sessir í umboðsmannatinginum, nakrar i senatinum og um at ganga kravgongu, og tað varð bert ein mót- mælismaður tikin. Tað hevur ikki ofta hent fyrr í Suðurvietnam at bhuddistar og katolikkar taka seg saman, sum teir gjørdu til hesa kravgong- una seinasta sunnudag. Hetta vóm smáir bólkar, sum skipaðu fyri, og tað sær út til, at teir ovastu helst eisini nakrar guver- nørar. Teir sum síggja svartast uppá støðuna sig- a, at hetta verður tað ring- asta valið hjá republikan- arunum síðani í 30unum. Watergate-gølan hevur skapt demokratunum eina fyri bhuddistamar em varnir at samarbeiða ov nógv við katolikkarnar. Hetta er heldur ikki so løgið, tí til nýliga hava teir meira stríðshugaðu bhudd- istarnir í Suðurvietnam roknað katolikkarnar at vera millum teir bestu stuðlarnar hjá van Thieu forseta. sterka støðu. Hetta málið er ikki gloymt, men veljar- amir verða tvørturímóti dagliga mintir á hesa gøl- una orsakað av sakarmál- inum ímóti hjálparmonn- unum hjá Nixon. Valdi ta skeivu løtuna Tá Geralđ Ford tók við sum forseti fyri góðum tveimum mánum síðani, .vístu kanningar, at hann stóð høgt í metum millum veljararnar, og republikan- ararnir høvdu vónir um, at hann kundi styrkja støð- una hjá flokkinum. Men tað var skjótt, at ein broyting hendi, tá Ford púra óvæntað gjørdi av, at Nixon ikki skuldi revsast fyri lógarbrot, sum hann møguliga hevði framt í for- setatíðini hjá sær. Tað var altíð væntandi, at Ford fór at taka hesa avgerð, men sjálvt við- haldsmenninir hjá honum siga, at hann valdi ta skeivu løtuna til at gera hetta. Nógv bløð steðgað Atfinningarnar ímóti for- setanum snúgva seg ser- liga um tríggjar spurning- ar; 1) korruptión, 2) krav um pressufrælsi og 3) tørv- in á eini politiskari Loysn sambært Paris-sáttmálan. I eini røðu fyrst í okto- ber segði van Thieu, at hann hevði givið boð um at kanna korruptiónina í her- inum og umsitingini. Hann nevndi eisini, at hann var til reiðar at lata tjóðartingið broyta pressu- lógina. Stjórnin kann sam- bært lógina steðga bløð- um, sum hon heldur vera vandamikil fyri landsins trygd. Henda lógargrein hevur verið nógv brúkt í- móti bløðum, sum hava funnist at stjórnini. Heryvirmenn styðja forsetan Van Thieu hevur eisini ført fram ímóti sínum politisku mótstøðumonnum, at hann er einasti leiðari í Suðurvietnam, sum í løt- uni kann forða fyri, at kommunistamir taka_vald- ið í landinum. Hann hevur ávarað ímóti Paris-sátt- málanum og sagt, at tá allar greinar í hesum sátt- mála verða settar í verk, fer bert stutt tíð at ganga, til Suðurvietnam ikki long- ur er eitt sjálvstøðugt land. Tað sær eisini út til, at nógvir heryvirmenn í hesum eru samdir við van Thieu. Tað eydnaðist ikki Paris-sáttmálanum at gera enda á bardøgunum í Suð- urvietnam og búskaparliga støðan í landinum er ring. Av hesi grund meinar van Thieu, at tað er skeivt at royna at skifta politiska leiðslu. Tað er óvist, um amerikanararnir fara at' halda fram við hjálpini í tann mun, sum Suðurviet- nam tørvar hana. Mót- støðumenn hjá forsetanum hava tí sagt, at tað er óvist, um Suðurvietnam er ført fyri at gjalda prísin fyri tann núverandi poli- tikkin. Um partisanarnir ikki fara at gera nakað stórt álop í næstum, kann tað verða, at andstøðan ímóti van Thieu fer at harðna nógv komandi mánarnar, og av tí at van Thieu eftir øllum at døma stendur og ivast, hvat hann skal gera við mótmælini, so kann tað vera at uppaftur fleiri fáa dirvi til at taka til orða ímóti honum, sjálvt um tað kann vera ringt at síggja, hvør ið skal taka við eftir hann. Republikanararnir ringar vónir um valið í november Tann 5. november verður val í USA. Alt umboðsmannatingið skal veljast av nÝg9jum, meira enn triðingurin av sen- atinum og fleiri guvernørar. • t men hann er ikki so væl umtóktur av fólkinum nú

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.