Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 16
Síða 16
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974
MÍN MEINING
Hvat heldur tú urn Zach-
arias Wang og hansara
lista?
Skála Palli, timburmað-
ur:
Tá spjaðing kemur í
ein flokk, verður tað al-
tíð verri fyri báðar part-
ar, men teir koma í
hvussu so er at missa ein
mann. Vóru teir saman
til valið, so høvdu teir
kanska fingið tveir vald-
ar í Suðurstreymoy,
meðan teir nú ikki fáa
meira enn tann eina.
Jógvan Rubeksen, ar-
beiðsmaður:
Tað ber ikki til at vera
ósamdir uppundir eitt
løgtingsval. Listan haldi
eg vera ein spjaðingar-
lista, og teir skulu vera
hepnir, um teir fáa ein
mann inn.
Hans Hansen, arbeiðs-
maður:
Eg vænti, at listin fer
at gera, at tjóðveldis-
flokkurin fær ein hvøkk
til valið. Zacharias
Wang fekk nógvar at-
kyøður til fólkatingsval-
ið, men tað var meira
einfalt tá, og býtið verð-
ur verri at meta um nú.
Javnaðarflokkurin og
sambandsflokkurin fara
ivaleyst at vinna nakrar
atkvøður, nú klovningur
er íkomin. Tað harmar
meg, at menn ikki skuiu
vera so frægt samdir,
menr«alle ville de Herrer
være».
SPEGILS-
MYNDIN
Hjá Wilson er valið av. men ikki vandin
Leygarkvøldið kl. 7
hevur Havnar Sjón-
leikarfelag fyrstu
framførslu av leiki-
num Woyzeck eftir
Georg Búchner.
Hesin leikur
hoyrir til tann part
d v bókmentum,
sum gera tann lítla
mannin til høvuðs-
persón og kannar
eftir, hvat tað eru
fyri maktir, ið stýra
hesum manni.
Spurningurin verð-
ur reistur, um mað-
urin er førur fyri at
rista hesar maktir
av sær.
Georg Buchner,
sum livdi I hinari
øldini, var millum
teir fyrstu at skriva
um viðurskiftini hjá
tí lítla manninum
og tað trýst, sum
samfelagið legði á
hann. Men ieikurin
er aktuellur enn í
dag.
Sjónleikur í
annaðkvøld
Førarin var
deyður
í býnum New Castle í
Indiana koyrdi ein bilur
inn í ein skúla, og tvey
børn lótu lív og fjúrtan
særdust. Bilurin koyrdi
inn í skúlan, av tí at bil-
førarin — ein 63 ára
gamal maður — knapp-
liga var deyður av
hjartaslag.
Spældu skeivan
tjóðsang
Tá eysturtýski sendi-
harrin, Gúnther Sever-
in, herfyri varð móttik-
in í brasilianska bý-
num, Florianapolis,
hendi bert tað eina mis-
takið, at orkestrið
spældi tann vestur-
týska tjóðsangin. Send-
iharrin læt ikki við seg
koma, meðan spælt
varð, men nevndi seinni
hetta fyri guvernøri-
num, sum beinanvegin
gav orkestrinum boð
um at spæla tann rætta
tjóðsangin.
(6 ár við fremm-
andum hjarta
'Tað menniskjað, sum
]longst hevur livað við
]hjartanum frá einum
, øðrum, hevur nú við
. skurðviðgerð fingið eitt
i tól, sum skal gera, at
hjartað arbeiðir reglu-
ligari. Tann 49 ára
gamli amerikanski lær-
, arin, Louis Russel, fekk
nýtt hjarta í august í
1968. Síðani tá hevur
hann livað væl og hevur
ferðast nógv og hildið
fyrilestrar um lív sítt,
síðani hann fekk hjart-
að hjá einum øðrum
menniskja.
Bókin fekk
størri virði
í 1965 kom ein bók út
í USA um Lee Harvey
Oswald, sum skjeyt
Kennedy forseta. Bókin
kostaði 2,40 dollarar,
men bleiv ikki keypt,
og tær óseldu bøkumar
vórðu burturkoyrdar.
Men í dag er bókin
LEYST
OG
FAST
nógv eftirspurd og
kostar 10 dollarar, av tí
at høvundurin í dag er
ein kendur maður. Tá
var hann ein ikki serliga
kendur senatorur, ið
kallaðist Gerald Ford.
Keypti øll
rættindi
Fyri 10 ámm síðani
spældi fyrrverandi keis-
arindan í Iran, Soraya,
høvuðsleiklutin í einum
filmi, sum kallaðist
«Tey trý andlitini hjá
eini kvinnu». Nú hevur
shahurin keypt rætt-
indini til filmin og øll
eintøkini, sum eftir vór-
u fyri 4,5 milj. krónur.
Filmurin fekk ikki nak-
að gott ummæli, tá
hann kom fram.
Fall fyri
freistingini
Tann fyrrverandi bret-
ski ferðslumálaráðharr-
in, Ernest Marples,
sum nú er limur í yvir-
húsinum, hevur mist
koyrikorti fyri eitt ár og
fekk eina bót uppá 500
krónur, tí hann hevði
koyrt við kenritng. Sum
ferðslumálaráðharri
byrjaði Marples í síni
tíð at fáa fólk at lata
bilin standa tá tey
høvdu dmkkið við loys-
unnarorðinum: «Tá ein
drekkur, so koyrir ein
ikki».
Gekk kring
jørðina
Dave Kunst er komin
heim til Minnesota í
USA, eftir at hann hev-
ur gingið jørðina mnt
eftir fýra og einum
hálvum ári. Hann hev-
ur slitið 21 pør av skóm
upp. Hann savnaði
24.000 kr. saman til
Barnahj álpargmnnin
hjá ST.
Ferðin gekk ikki so
væl á allan hátt. Bróðir
Dave Kunst, tann 35
ára gamli John, varð
dripin fyri tveimum ár-
um síðani í Afghan-
istan, tá( nakrir ráns-
menn hildu, at brøður-
nir høvdu tann inn-
savnaða peningin uppi
á sær.
K
N
A
S
S
I
□ □
B c
□ □
La 0
t n r
□ B
Cpib