Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 7
Síða 7
*
♦
TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974
Longd 44,50 m (146'), longd millum stevnini (P.P.) 38,50 m, breidd 10.00 m.
Maskinkraft: 2 x 1200HKMVM til eina skrúvu. Prísur: 13 milj. kr. Leveringstíð: 3.
ársfj. 1975.
200 fjórðingar?
Vaktarhaldið og fyrireikingar til umlegg-
ing av fiskiveiðu okkara
VALÁR
Eli Nolsøe
úr Sambandsflokkinum
Sum nú er verður vaktar-
halđið á landleiðini rikið av
«Dagstjørnuni» og donsku
verjuskipunum — einum
lítlum og einum stórum við
helikoptara.
Umframt hesi skip lut-
tekur eitt flogfar — ein
transportmaskina — • 3.
hvørja viku í vaktarhaldi-
num. Hon kannar t.d.,
hvussu nógvir fremmandir
trolarar eru á Føroyaøki-
num. Talið á hesum er í
dag — 22/10 — 4 bretskir
trolarar norðan fyri Myki-
nes (10 fjórðingar uttan
fyri fiskimark) og 1 línu-
bátur.
Tá so fá fremmand veið-
ufør eru á okkara leiðum
nú, stavar hetta helst frá,
at kvota teirra fyri árið
1974, samsvarandi gald-
andi sáttmála, er um at
verða brúkt.
Vaktarhaldið frá luftini
við flogfari varð fyrireikað
í samráð við donsku mynd-
ugleikarnar, tá ísland
flutti fiskimarkið út á 50
fjórðingar fyri at ansa eftir
at bretskir trolarar undan
íslandi ikki leitaðu henda
vegin í størri tali enn
vanligt.
I Fjarðbúgvanum 12. >
hesum skrivar J.Fr. Øre-
gaard, løgtingsformaður,
at fiskimarkið verður nú
200 fjórðingar, og at vit
líka væl fyrr sum seinri
kunnu ásanna henda veru-
leika og fara undir eina
umlegging av fiskiveiðu
okkara, men frá almennari
siðu er einki gjørt við hetta
mál.
Neyvan meinar løg-
tingsformaðurin tað soleið-
is, sum her verður sagt, tí
hann veit fullvæl sum for-
maður fyri Fíggjarnevnd-
ini, at tann játtan uppá 1,5
milj. kr., sum varð avsett
til trolaran «Leiv Øssur-
son» at kanna nýggjar
gongdar leiðir júst á nær-
leiðum, varð strokin av
fíggjarætlanini fyri kom-
andi ár av fíggjarnevndar-
formanninum, og tí mátti
landið selja «Leiv Øssur-
son».
Eisini vartað Javnaðar-
flokkurin, sum fyrst og
fremst mótmælti, tá Real-
kredittstovnurin sýtti lán
til fleiri kraftblokkaskip.
Hvør er tørvurin á fleiri
slíkum veiðuførum júst
nú, sum landið liggur fyri?
Tað skerst ikki burtur,
at stuðulin frá ymiskum
síðum hevur verið ov lítil,
tá talan var um, at vit
sjálvir áttu at kanna so
gjølla sum møguligt, hvat
ríkidømi vit høvdu á egn-
um leiðum, heldur enn at
steðga eftir úrslitunum,
sum bretar, russar og aðrir
komu til á Føroyaøkinum,
tí hesi úrslit fáa vit av góð-
um grundum einki at vita
um, fyrr enn ár eru farin.
Vaktarhaldið má styrkj-
ast, og sjálvir eiga vit at
kanna og kenna, hvat
ríkidømi vit eiga kring
land okkara, áðrenn um-
leggingin av veiðuflotan-
um verður framd fyri at
vita, hvussu henda um-
legging skal verða framd.
Spell var tað, at «Leivur
Øssurson» ikki kundi hald-
a áfram við kanningunum
fyri landið, nú hann var
útgjørdur til tað.
Klaksvik, 22/10-74
Eli Nolsøe
Mynd av gomlum, norskum hvalabáti, sum sjálvstýrislandsstýrið hevði í kvittanum
at keypa fyri ca. 4 milj. kr. í 1965/66.
TÍÐINDI
ÚR
EYSTUROY
Var inni fyri
skrúvuskaða
Garnaskipini undir
Grønlandi láta ikki væl
at fiskiskapinum. Col-
umbus hevur verið inni
fyri skrúvuskaða. Tað
eru eini fjúrtan dagar
síðani, at hann fór inn,
hann hevði tá eini 30
— 40 tons. Teir lógu
inni í Godtháb í fimm
dagar. Har er ongin
sleipistøð, sum kundi
taka skipið upp, men
teir fingu tó skift eitt
skrúvublað.
Tysdagin frættist frá
Kalli. Hann royndi
norðuri við Fiskifjørðin
og hevði millum 25 og
30 tons. Teir høvdu
havt 26 setur. Morgun-
stjørnan hevði roynt
suðuri við Hvarvið,
men har hevði verið
púra sørt, og teir ætl-
aðu sær longur norður
tá. Línuskipini høvdu
havt nakað betri fiski-
skap. Tey royndu norð-
ari enn Kallur, og tey
høvdu ligið um eini 2
tons um dagin.
Pakka saltfisk
Á Lynfrost pakka teir
saltfisk til Spania. Av
saltfiskaveiðu undir fs-
landi landaði Høganes
38 og Sjóborgin 37 tons
netto til Lynfrost. Tað
eru umleið 240 skp.
Sildamjøl
Á mjølvirkinum í Syð-
rugøtu verður arbeitt
nátt og dag við at gera
mjøl. Teir hava millum
1100 og 1200 sekkir av
mjøli á goymslu og
skulu í næstum avskipa
eini 150 tons til Dan-
markar. Teir arbeiða
eini 70 tons av ráevni
um døgnið. Beint nú
eru tað ikki nøkur skip,
sum avreiða til virkið,
tað er fiskaslógv og
sildaslógv, sum teir ar-
beiða. Teir fáa silda-
slógv frá Harenga og
annars fiskaslógv ym-
sastaðni frá um landið.
Á Harenga hava teir
eisini nógv at gera.
Mikudagin var ein ís-
lendskur bátur, Olafur
Sigurðsson, á Gøtu við
400 kassum, og Finnur
Friði kom við millum
600 og 700 kassum.
Avreiðing
Karolina Musholm var í
Runavík mikudagin og
avreiddi 1.200 kassar
av sild til Bakkafrost á
Glyvrum. 1 síðstu viku
mátti Karolina Mus-
holm venda aftur, tá
teir vóru komnir á fisk-
ileið orsakað av mask-
inbreki. Teir vóru á
Skála og fingu tað um-
vælt.
62.000 pund
av 7 setum
Hósdagin í siðstu viku
avreidđi Brimnes
62.000 pund av línufiski
undan Føroyum. Teir
høvdu sjey setur tann
túrin. Brimnes fór út-
aftur mánadagin. Teir
ísa fiskin og plaga at
vera úti í eina viku í
senn.
120.000 pund
Morgunroðin fór nýggj-
an túr mikunáttina.
Teir avreiddu 120.000
pund týsdagin til Lyn-
frost undan íslandi.
Eftir hønum
Seinasta leygardag fór
Hvítabjørn niður til
Danmarkar eftir hønum
og fóðri. Hetta er fyrsti
túrur hjá henni, síðani
Eggvirkið i Rytuvík
keypti hana.