Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Blaðsíða 10

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Blaðsíða 10
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Síða 10 llla staddir Sjálvandi havi eg eisini upplivað nógvar ringar ferðir á sjógvi. Eg minnist í 1933, at vit komu heim úr Grønlandi við Kristionnu og komu i ís. Vit vóru út- fyri ísblinkinum, tá ódnar- veður knappliga kom á. ís- stykkini vóru stór, og ikki kundu vit leggja stilt av vanda fyri at reka á tey. Vit fingu ein sjógv, lúku- karmurin skrædnaði, og nógvur sjógvur lak niður. Maskinmeistarin kom upp og segði, at nú steðgaði maskinan. Tá sá tað so óg- vusligt út, at eg haldi ikki, at nakar maður hevði vón um at bera boð aftur i bý. Men til alla lukku virk- aðu pumpumar væl, og hóast nógvur sjógvur kom í hana, so steðgaði mask- inan ikki. Vit fingu neglt segl útyvir lúkuna. Enn tann dag í dag dugi eg illa at fata, at vit komu livandi frá hesi ferð, so illa vóm vit staddir. Seinasta túrin sakk skipið Eg førdi ikki skip eftir at eg i 1947 fór í land av Maritanu, men eg var til skips i mong ár eftir tað. Tey seinastu árini, eg var burtur, var eg við Tinganesi. Vit fiskaðu við bátum yviri í Grønlandi. Eitt árið var eg formaður á einum báti, og hini árini arbeiddi eg umborð. Eg helt, at hetta mátti vera eitt tað besta sjólívið fyri ein eldri mann, sum hevði hug at vera burtur. Ann- ars hevði eg ætlað mær at lagt meg upp á land fyrr enn eg gjørdi, men hugurin til sjógvin var so góður. Seinasta túrin eg var til skips var við Tinganes í 1963, tað var tað árið, hon sakk. Tað var ongin vandi á ferð. Veðrið var av tí besta, og nógv skip vóru í nánd, tá vit sigldu á sker. Vit høvdu góða tíð at fara av skipinum, men vit fóru kortini í bjargingarbátar- nar. Hetta sama summarið hevði eg fylt 70, og nú legðist eg upp á land. Hetta var einastu ferð øll tey mongu árini eg var á sjónum, at eg sá eitt skip, sum eg hevði verið við, søkka. Og tað var í grund- ini ein syrgilig sjón at siggja eitt skip, sum ein kendi so væl, hvørva í havsins dýpi. skúla fjúrtan dagar í senn, og ta triðju vikuna var lærarin í Tjørnuvik. Men lærarin skilti væl umstøð- urnar í Føroyum tá, so tá nakar útróður var og dreingirnir kundu vera til nyttu við at hjálpa til, so bóðu vit okkum frí úr skúlanum. Vit byrjaðu at rógva út 12 ára gamlir. Lærarin plagdi eisini at rógva út viðhvørt. Lønin hjá honum var ikki so stór. Tað sum umráddi við skúlanum var, at vit lærdu at lesa og skriva og eitt sindur at rokna. E.g var yngstuf av 12 systkjum, so eg hevði nógv eldri at leggja mær lag á. Ikki slapp eg til skips fyrr enn eg var 15 ára gamal. Eg skuldi konfir- merast fyrst. Eg minnist ein drongur, sum var eitt lítið sindur eldri enn eg, slapp at konfirmerast fyrr, -og slapp sostatt fyrr'til skips, tá var ógvuliga ringt lag á mær, tí eg ikki eisini kundi sleppa avstað. Skipari Fyrsta árið eg førdi skip var í 1919. Tá førdi eg Ørvingin saman við Kristi- an Sivertsen við Gjógv. í 1922 førdi eg so aftur skip, tað var Maria, sum Tummas við Kráir átti, og frá nú førdi eg skip líka til 1947. Eg var heppin, tí eg fekk eitt tað besta skipið at føra, sum føroyingar tá áttu. Eg leit nógv á hetta skipið, so eg tordi at royna leiðir, sum kundu vera vandafullar, men har nógvur fiskur var at fáa. Hetta gjørdi, at eg fekk væl av fiski. Tey seinastu árini, Óla Max førdi skip, hevði hann Maritanu. Hann sigldi til Aberdeen við henni við fiski krígsárini. Tá kríggið var liðugt, sigur hann, høvdu teir funnið útav, at eg sum skipari hevði gjørt flestar túrar við sama skipi niður til bretska marknað- in undir krígnum, og eg varð tí seinni gjørdur til heiðurslim í Føroya skip- ara- og navigatørfelag. Álopnir av flúgvara Tað var óhugnaligt at sigla undir krígnum, men okk- um hendi onki. Einaferð vóru vit álopnir av flúgv- a a. Maritana mundi vera tað fyrsta skipið, sum fekk skottryggjað stýrhús. Teir stoyptu rundanum stýr- húsið og niður á takið, so at kúlur ikki skuldu kunna fara igjøgnum. Tá teir gjørdu hetta, helt eg við reiðaran, at eg trúði onki uppá, at hatta kundi halda fyri kúlum. Hann sendi boð eftir eingilskmonnun- um at fáa teir at skjóta ígjøgnum við maskinbyrs- u. Kúlan kom ígjøgnum, men tað var so lítil kraft eftir í henni, at hon datt niður inni í stýrhúsinum. So var hetta styrkt, so at tað skuldi vera heilt trygt. Hevði tað ikki verið stoypt rundanum stýrhús- ið ta ferðina, tá flúgvarin leyp á, so hevði tað helst ikki verið so væl vorðið. Hann kastaði fyrst tvær bumbur, men báðar komu tær niður aftanfyri skipið, og so byrjaði hann .at skjóta. Allir menninir vóru í stýrhúsinum uttan mask- inmaðurin, sum ikki slapp inn. Men tað hendi ikki nevniverdur skaði. Onkur kúla kom í kahúttina, men har var ongin maður, og mesanurin datt niður. Vit plagdu ofta at hava venjingar umborð fyri at vita, hvussu skjótt vit kundu seta bátin út, men vit sluppu ógvuliga væl burturúr hesi sigling. Taan 81 ára gamli fyrrverandi skiparin situr nú lamin, men tað eru bert 11 ár, síðar hann legðist upp á land Argjakoppur úr tini _ frá gamla Argjahospitalinum. (Fornminnissavnið) Argjakoppur Ta spitølsku sjúkuna, fólk fingu her á landi, rópar Lucas Debes «Ele- phantia»: «Thi Ansicted saa velsom Lemmeme ere meest paa alle fulde aff Blyfarfvede Knuder hvilcke undertiden bryde ud saa som Bylder hvor ved de see meget hess- lige ud i Ansicterne, de ere ellers alle hæse, oc tala igiennem Næsen». Lucas Debes vil vera við, at luftin í Føroyum og maturin eru orsøkin til, at sjúkan fær gjørt um seg. Spitalska sjúkan hvarv mitt í 18. øld — og hospitalið, eini rættuliga stór timburhús, varð nú mestsum eitt heim fyri einstøk fátæk ófullfør og onnur neyðardýr. Um 1800 var tað sera illa farið, og tá ið nýggja sjúkrahúsið í Havn varð vígt í 1829 varð Argja- hospitalið selt saman við jørð sini. Tann einfaldi tinkopp- urin, ið mynd er av í dag, er- frá hesum dapra Argjahospitali. A hesum teigi seinasta fríggjadag var okkurt gásareyga komið skeivt fyri. Gev gætur, at øll frásøgnin um tenn var eftir R. K. Rasmussen doktara. - b. í gomlum døgum var «hospital» á Argjum — t.v.s. eitt stað, hagar tey beindu fólk við smittandi sjúkum, kryp- lingar, ófullfør og onnur ólukkudýr. Tá var eingin bygd á Argjum. Hvussu gamalt Argja- hospitalið er, vita vit ikki, men fyrstu ferð er tað nevnt í 1547. Kanska er tað frá katólskari tíð, tá ið munkarnir røktu tey sjúku. 4 merkur innangarðs hoyrđu til hospitalið, annars livdi tað av gáv- um, olmussu, ymiskum føstum avgjøldum, bót- um og studningi frá ti almenna. Sjúklingarnir vóru fyrst og fremst spitølsk. Lucas Debes sigur (1673), at í hansara tíð er studningurin so ríkilig- ur, at nærum øll tey, ið hendan sjúkan hevur rámt, fáa innivist, með- an bert einir 12 persónar kundu vera har fyrr. Sýslumenninir høvdu skyldu at taka tey, ið spitølsk vóru, og føra tey til Argjar. Við sær skuldu tey hava alt, tey áttu.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.