Tíðindablaðið - 25.10.1974, Side 9
Fríløtan
Úla Max og leiðarin fyri heimahjálpina, Anna Jørgensen
Heimahjálp í næstan
øllum oyggjunum
Rihgt at fáa fólk at ansa eftir børnum
1. oktober var eitt ár síð-
ani at heimahjálpin byrj-
aði at virka her í Føroy-
um. Tað eru. nú eini 90
heimahjálparar um allar
Føroyar og eini 150 fólk,
sum fáa heimahjálp.
Heimahjálparamir koma
út í heimini og hjálpa til í
húsinum hjá fólki, sum
ikki kunnu klára seg
sjálvi. Tað er ymiskt,
hvussu leingi heima-
hjálparamir em á hvørj-
um stað, og hvussu ofta
teir koma. Summar av
kvinnunum, sum ganga
út í hús at hjálpa, vitja
fleiri hús og aðrar færri.
í Havn em tað eini 50
fólk, sum fáa hjálp á
henda hátt. Hetta er ó-
keypis fyri fólka- og av-
lavispensjonistar, sum
onga aðra inntøku hava.
Tey, sum hava inntøkur
framíhjá, mugu gjalda
fyri hjálpina. Hægsta
gjald er 10 krónur um
tíman, og tað verður
ongantíð goldið fyri
meira enn seks tímar um
vikuna, sjálvt um hjálp
verður givin í t.d. 10
tímar.
Millum tey fyrstu í
Havn at fáa heimahjálp
var Óla Max Andreasen,
sum situr lamin, men
annars livir væl. í fyrst-
uni kom heimahjálparin
til hansara tvær ferðir
um vikuna, men nú
kemur hon fimm ferðir.
Fyri meg hevur heim-
ahjálpin verið einastand-
andi, sigur Óla Max.
Tað er bæði tað, at tað er
gott at fáa eitt fólk inn
at taka eina hond í
ymiskt, og so er tað eis-
ini hugnaligt at hitta
fólk av og á.
- Nú er heimahjálp
næstan allastaðni í land-
inum, sigur Anna Jørg-
ensen, sum er leiðari fyri
heimahjálpini í Før-
oyum. Tað eru nakrar
fáar av teimum smærru
oyggjunum, har ongin er
enn, t.d. Kunoy, Kalls-
oy, Mykinesi og Hesti.
Áðrenn heimahjálpin
byrjaði, var Anna Jørg-
ensen niðri á skeiðum
fyri at seta seg inn í
hetta, og hon var ymsa-
staðni í Danmark og sá,
hvussu heimahjálpin
virkaði. Hon var á Lang-
eland, í Alborg og á
Bornholm.
I hvørjari sýslu er ein
kvinna, sum hevur eftir-
lit við heimahjálpini, og
tá fólk søkja um hjálp,
fer hon út til teirra og
talar við tey um, hvussu
nógvar timar tey hava
hjálp fyri neyðini o.s.fr.
Anna Jørgensen sig-
ur, at tað hevur eydnast
væl at fingið sett hesa
hj álparskipanina til fólk-
apensjonistar og avlam-
in í gongd í Føroyum.
Eitt sindur meira striltið
hevur tað verið við
hjálparskipanini til
mammur, sum arbeiða
úti. Tær kunnu ringja til
heimahjálpina, um eitt
barn er sjúkt, so at tær
ikki sleppa til arbeiðis.
Men tað er minni enn so
altíð, at vit kunnu hjálp-
а, tí tað er ringt at finna
fólk, sum kann sita inni
hjá børnum so leingi,
serliga ringt er tað, tá
onkur sjúka gongur, og
nógv eru sjúk, sigur
Anna Jørgensen.
I hesum førum verður
goldið fast um tíman fyri
at fáa heimahjálp til at
ansa eftir børnum.
Gjaldið verður ásett eftir
landsskattinum, markið
niðureftir er 6.000 kr.
Tímagjaldið hækkar, so
hvørt sum skatturin
hækkar omanfyri tær
б. 000 krónUrnar. Tá
landsskatturin er millum
6.000 og 7.000 krónur, er
gjaldið ein króna um
tíman. Tá landsskattur-
in er 15.000 krónur, er
gjaldið 10 krónur um
tíman. Men fyri hvørt
barnið verða 550 krón-
ur drignar frá lands-
skattinum. í førum tá
hjálpin hevur verið veitt
í meira enn 14 dagar og
landsskatturin hevur
verið omanfyri 15.000
krónur, hevur verið tikið
fult gjald.
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Síða 9
Frf úr skúlanum
tá tað var
nógvur útróður
Ringur hýrur á mær, tí eg ikki slapp til
skips fyrr enn eg var 15, sigur Ola Max
Tað var í 1929, at eg fyrstu
ferð var i Grønlandi. Men
tað vísti seg, at tað var
ikki so lætt hjá okkum at
sleppa avstað, greiðir Óla
Max frá.
Tá i tíðini kravdist loyvi
fyri at sleppa til Grønlands
at fiska. Eg var skipari á
Keflavík. Vit høvdu fiskað
ógvuliga nógv á Suður-
landinum tað várið, eg
haldi, vit vóru besta skip á
Suðurlandinum. Tvær
ferðir landaðu vit í íslandi
og komu heim við fullum
skipi' 1047 skp. tilsamans.
Umborð tosaðu vit um
at fara til Grønlands hetta
summarið. Allir vóru ógv-
uliga hugaðir fyri hesum,
og vit fingu reiðaran, Jens
Evensen, at søkja um
loyvi. Hann hevði fleiri
skip, sum hann søkti loyvi
til, og tað merkiliga hendi,
at øll hini skipini fingu
loyvi, men ikki Keflavík.
Seinni fekk eg varhugan
av, at grundin til hetta
var at vit høvdu flaggað
við føroyskum flaggi.
Ætlaði at
leggja skipið
Sum tíðin leið og onki
loyvi kom til okkara, helt
Evensen, at vit áttu at
gera okkurt annað, vit
kundu fara til Rock All at
royna. Men eg segði korta-
nei, sluppu vit ikki til
Grønlands, so legði eg
skipið.
Jens Pauli í Dali stuðl-
aði mær til. Eg hevði lært
so mikið tiðliga at eg hevði
ikki longdina, og mátti tí
hava ein flaggskipara við
mær. Jens Pauli segði, at
hann skuldi eftir fáum
døgum læra meg so mikið,
at eg kundi rokna eina
longd. So gekk eg til Jens
Paula í nakrar dagar, hann
læt meg eisini fáa eitt
kronometur, so kunđi eg
fara avstað, segði Jens
Pauli. (Veturin eftir gekk
eg uppá longdina).
Eg segði so við Even-
sen, at nú fóru vit avstað.
Hann royndi alt fyri at fáa
loyvi til okkara. Vit
mynstraðu niðri hjá fúta-
num og fóru so norður til
Vikar, og dagin eftir ringdi
Evensen, at nú var loyvið
komið. Eg fekk eisini
fjarrit frá grønlandsmin-
istaranum, at eg kundi
fara til Grønlands at fiska,
men mátti ikki brúka før-
oyska flaggið.
Vit fóru so avstað og
løgdu ikki lag í nakað
forboð, men flaggaðu við
føroyska flagginum, til vit
mistu Føroyar úr eygsjón.
Kort høvdu vit ongi, tað
skuldu vit fáa tá vit komu
yvir í Føroyingahavnina.
Flaggaðu
eina ferð
Men tað var ikki lætt at
finna við ongum korti. Vit
komu nøkurlunda beinir og
sóu havnina og skipini har
inni, men hjá ókendum
monnum við ongum korti
var ringt at koma inn av
vanda fyri at sigla á sker.
Vit komu fyrst inn á ein
skeivan fjørð, vendu so út-
aftur og royndu eina aðra
leið, og tá lukkaðist. On-
kur bar upp á mál um at
koyra flaggið upp, men eg
segði nei.
Kontrollørurin var ikki
blíður. Vit vóru farnir inn í
ein skeivan fjørð, og tað
máttu vit ikki. Lógina um,
hvussu vit skuldu bera
okkum at í Grønlandi,
vildi hann fegin lata okk-
um fáa, men ongi kort.
Ein dagin, vit lógu og
fiskaðu, hevði eg lagt meg
í koyggjuna. Ein maður
kom niður og segði, at eitt
inspektiónsskip sigldi í-
mótiokkum. Hann spurdi,
um teir skuldu koyra
flaggið upp. Eg bað hann
bara hiva flaggið upp, men
nevndi onki um, hvat
flagg. Eg lá so og hugsaði
um, hvat flagg teir mundu
fara at taka. Eina løtu
seinni fór eg upp á dekkið
og hugdi, og tá veittraði
føroyska flaggið uppi í
mastrini. Eg læt bara
standa til, og tá inspekti-
ónsskipið kom tætt til
okkara kúvendi tað. Eg
veit ikki, um tað var ti, at
teir sóu tað føroyska flagg-
ið, men tað var einastu
ferð, at vit høvdu flagg
uppi yviri í Grønlandi
hetta árið.
Skuldu fylgjast
við Ernestinu
Tað var nógvur fiskur at
fáa. Keflavík tók í mesta
lagi 400 skp. Tá vit fóru úr
Føroyum var onki avgjørt
um, at nakað skip skuldi
koma yvir eftir fiski. Men
eitt skip kom yvir, so at
vit sluppu av við 300 skp.
og fiskaðu so uppí hana
aftur.
Vit skuldu fylgjast heim
við Ernestinu, men hon fór
heim eitt sindur fyrr enn
vit. Vit høvdu nakað salt
eftir og vildu fiska tað
upp.
Ernestina kom í ódnar-
veður, og teir høvdu tosað
um, at vit høvdu ikki
klárað hetta veðrið. Vit
fóru at sigla heim 4.
september, ug vóru millum
tey síðstu skipini, sum
fóru heim úr Grønlandi tað
árið. Vit høvdu nakað
ringt veður á Hvarvinum,
men tá vit høvdu rundað
Hvarvið fingu vit av besta
veðri, hann kom vestan-
eftir, og vit settu breið-
fokkuna fyri á Hvarvinum
og tóku hana ikki frá aftur
fyrr enn á Tjørnuvíks-
stakki. Ernestina fór at
sigla heim átta dagar und-
an okkum, og teir komu á
Klaksvík sama morgun,
sum vit komu inn,
Róðu út 12
ára gamlir
Tá eg var smádrongur var
skúlagongdin ikki so nógv,
sigur Ola Max. Vit gingu í