Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Page 5

Tíðindablaðið - 25.10.1974, Page 5
TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 25. oktober 1974 Síða 5 * ♦ Tryggingin hevur keypt lánibrøv fyri 5 milj. íbcop,‘Bjóiv happadráttur 100,00 kr. Randi Ellingsgaard, Víkavegur, Klaksvík. Elinborg Jácobsen, Toftum, Vág. Jón Nolsøe Olsen, Fuglafjørð. 50,00 krónur Jóannes Hansen, Argir. Einar Toftegaard, Fuglafjørð. Bent Danielsen, Tvøroyri. Hevur 15 miljónir tøkar til hetta endamál 25,00 krónur Annika Askham, Varðagøta, Tórshavn Ingi Høgnesen, Vágsgeil, Klaksvík. Tryggingarsambandið Føroyar hevur játtað nøkr- um kommunum lán gjøgn- um lánibrøv. Tað eru tríggjar kommunur, sum allar læna pening til fíggj- an av skúlabygging. Lánibrøvini minkað - Tey seinastu árini hava ongi brævalán verið út- skrivað, sigur stjórin í Tryggingarsambandinum Marius Thomasen. - Vit plaga at seta leysan pening í føroysk brævalán, í pen- ingastovnarnar, og nakað av obligatiónum eiga vit eisini í Realkredittstovni- num og Fiskaríbankanum, men annars hava vit ongar danskar obligatiónir. - Tað hava mest verið kommunurnar, sum hava tikið brævalán. Men eisini SEV, Telefonverkið og landskassin hava gjørt tað. T.d. tók landskassin brævalán til Oyggjarvegin og til vegin frá Oyragjógv. - Hví eru ongi brævalán tikin tey seinastu árini? - Tað vita vit ikki. Men hetta hevur ført við sær, at Tryggingarsambandið hevur havt torført við at plasera pengarnar. Nú fleiri umsóknir lyfti um, at Tryggingin skal keypa lánibrøv næsta ár eisini, um tær fíggjar- ligu umstøðumar em til staðar. Vit hava annars fingið at vita, at eisini aðrar umsóknir fara at koma. Ikki útlán - í hesum førunum er talan um brævalán og ikki um vanligt útlán frá Trygg- ingini? - Ja. Vit hava ikki stovnað útlánsvirki. Tað, sum málið snýr seg um, er at vit vilja plasera pengar- nar. Vit hava einar 15 milj. kr. tøkar, sum standa upp á uppsøgn í peningastovn- unum. - Brævalánini eru uppá 15 ár til 10% í rentu í løtuni, sigur Marius Thomasen. røRØVA BANKI Minnist til at hyggja eftir í proppinum. Skipaútgerð á goymslu so sum sjeklar svøvlar slipkrókar stálketu (ossikrókar bobbins kúlir, plastikk og aluminium eldsløkkjarar redningsbeltir og krarisar teifun wire og mangt annað. Við Talorit pressu okkara, sum trýstir upp til 300 tons, spleysa vit fyri tygum frá 8 til 30 mm wiretjúkd. Fa. Skipaútgerð postbox 92, tlf. 134 & 91 3860 Vestmanna Skeið fyri keypmenn! - Nú eru knappliga fleiri umsóknir komnar um brævalán. Hetta er helst av tilvild — tað tykist sum at tørvurin brádliga er til staðar, sigur Marius Thomasen. - Sum dømi um keyp okkara av lánibrøv- um kann eg nevna, at Sjóvátryggingin hevði 16 milj. kr. í virðisbrøvum í 1971. Tað er lítið broytt síðani. - Tað eru kommunurnar, sum søkja nú, og vit hava givið triggjar tilsøgnir. Tvøroyrar Býráð skal hava tvær milj. kr. til skúla- bygging og Fuglafjarðar Býgdarráð eina miljón, eisini til skúla. Haraftrat skulu kommunurnar, sum eiga Felagsskúlan á Oyra- bakka, hava 750.000 kr. Fuglfirðingar hava fingið Mánadagin 28. oktober á Hotel Hafnia. Týsdagin 29. oktober á Runavíkar sjómansheimi. Mikudagin 30. oktober á Klaksvíkar sjómansheimi. Skeiðið umfatar: Skiltiskriving, prísmerking, pakk- ing av vørum, nýtslu av kassaapparatum. Byrjað verður kl. 9 á hvørjum stað. Brøv eru send út, men skuldu vit av misgáu havt gloymt onkran, gerið so væl og sigið okkum frá. Vinarligast teknið luttøku helst beinanvegin og í seinasta lagi fríggjadagin 25. oktober. Pf. Theodor við Keldu, heilsøla tlf. 5.5136-5.5836. Klaksvík TÍÐINDI ÚR NORÐSTREYMI Slakari hjá trolarunum V estmannatrolararnir Norðfinnur og Vest- finnur komu báðir inn í fyrrakvøldið við 7.000 pundum hvør. Teir fóru út mánadagin og royndu vestan fyri Mykines. Veðrið var vánaligt, og fiskiskap- urin var eisini lítil. Tað hevur verið smá- ligari við'fiskiskapinum hjá trolarunum í heyst. í september mánað gekk onki, og tað hevur heldur ikki roynst væl í oktober. Trolarnir hava í heyst fingið 30 til 50.000 pund upp á túr- in, meðan teir í summar fingu 60 til 90.000 pund. Seinasta túr tóktist fiskurin at hava ment seg, men nú minkaði fiskiskapurin aftur. í Vestmanna siga teir, at orsøkin kann vera, at streymurin er so spakur, trolararnir fáa ofta meir í harðari streymi. Trolararnir hava at kalla bert roynt undir Føroyum. Teir hava loyvi at royna innan fyri íslendska 50 fjórð- inga markið og vóru ein túr undir íslandi í juli. Tað riggaði ikki so væl, helst vóru lemmarnir ov lættir, og teir hava tí bert roynt undir Føroy- um síðani. Tað er ikki vist; at trolarnir eru nóg stórir til at royna her um veturin, verður sagt. Norðfinnur hevur higartil í ár fiskað fyri 1,5 og Vestfinnur fyri 1,3 milj. kr. Áðrenn trolararnir komu varð roknað við, at teir kundu bera seg fyri 1,5 milj. árliga, men síðani er alt dýrkað, serliga olja, og tí verður rokn- að við nú, at teir skulu fiska fyri stívliga 2 milj. kr. um árið fyri a\ ganga. Annars verður hildið, at hetta fyrsta árið helst er dýrari í rakstri enn tey komandi árini. Asfaltera Vestmenningar hava sum mangir aðrir keypt sær asfalt úr Norra. Teir asfalteraðu okkurt um helvt av bygdaveg- unum í vár, og nú verður restin asfalter- að. Eitt skip er komið úr Norra við oljugrúsi. Tað norska asfaltið kostar einar 18—20 kr. pr. m2, og tað skuldi verið bíligari enn as- faltið frá landinum. Tað er eisini ómakaleyst at leggja tað á. Bedingin Tvey skip standa á sleipistøðini í Vest- manna í løtuni. Annað av teimum er Expo, fyrrveranđi Vestmenn- ingur II. Liggur við maskinskaða Tað hevur ikki gingið væl hjá Sundabúgva- num i ár. Hann kom heim úr Grønlandi í juli mánað við maskinskað- a, tó fekk hann siglt heim sjálvur. Hann lá so á Vestmanna, har maskinan var umvæld, og teir fóru nýggjan túr i september, men einar 30 fjórðingar vestur úr Mykinesi varð maskin- an aftur í ólagi. Hann verður nú umvældur í Havn. Hvalvikingar hava deksbátin Dúgvuna, sum royndi eftir humm- ara í summar. Hann hevur ligið síðani. Mestsum lidnir Úr Hvalvík verður sagt, at har eru teir mestsum lidnir at gang- a fjøllini. Skurðurin er av tí besta, bæði í nøgd og dygd. Teir flestu hava klipt, samstundis sum teir hava tikið veð- urlombini. Fjallveðrið hevur verið av tí besta. Byggja veg og brýr Tað verður arbeitt uppá at leggja vegin um Oyr- arnar í Hvalvík. Teir gera tvær brúgvar, og onnur av teimum er liðug. Tað er tann størr- a brúgvin, sum er um ta stóru ánna og fleiri smærri. Nú verður ar- beitt uppá ta næstu brúnna, sum er um eina á nærri Hvalvík. Enn er nakað nógv eftir at gera. Tað verður nógv uppfylling, einir tríggir metrar, har veg- urin skal gerast.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.