Tíðindablaðið - 10.01.1975, Page 14

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Page 14
Síða 14 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Fleiri tryggingar ið verða teknaðar - ódýrari gjald! Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið •farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv og vørur í Føroya Brunatrygging alefonir: 1098 -1288 -1089 irrisgøta 5 - 3800 Tórshavn Steðgaðurupp? Eru tygum uppsteðgaður ella viljo tygum hava eitt sleip ringiðtlf. 1.2403 ■ 1.4545 Vit hava nýggjan kranabil. HAVNAR TAXI Reglugerð viðvikjandi avskrivlng hjá persónligum skatt- gjaldara uppá skip ella part i sklpi, sum nýtt veróa vinnuliga. (Avskriving sambært 3. kapitul i løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v. m., soleiðis sum hon er broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 26. sept. 1974.) Avskriving uppá skip í vinnu, t.v.s. skip av- henda eigaranum innan enda rakstrarársins. Høvuðsreglan I avskrivingarlógini frá 29. desember1971 um, atavskriving uppá skip ella part i skipi kann vera gjørd við upp til 30% av ^saldovirðinum, er framvegis galdandi. Henda avskriving kundi eftir tá galdandi lóggávu drag- ast frá inntøkum á sjálvuppgávuni uttan mun til, hvaðani hesar stavaðu. Sambært seinastu broytingina av avskriv- ingarlógini verður nú skilt ímiflum vinning av skiparakstri og aðra inntøku. Er rakstrarvinningur av skipi nóg mikið til 30% avskriving av saldovirðinum, kann full av- skriving nýtast. Er úrslitið av skiparakstri ikki nóg stórt til at rúma fulla saldoavskriving, kann verða avskriv- að upp í 15% av saldovirðinum afturat i aðrari inntøku skattgjaldarans. Er vinningurin av skiparakstri ikki nóg stórur til at rinda teir I inntøkuárinum falnu avdráttir av upprunaligu lánunum i skipi ella parti i skipi, sum skattgjaldarin eigur, kann ístaðin fyri vinn- ingin av skiparakstri verða avskrivað ájavnt við avdráttirav upprunaligum lánum umframt 15% av avskrivingarbæra saldovirðinum í samlaðu inntøku skattgjaldarans. Verður avskrivingin í seinasta føri so stór, at hon fær avskrivingarbæra saldovirði at verða minni enn restskuldina av nevndu upprunaligu lánum, kann bert verða avskrivað so mikið, at nevnda saldo er ájøvn við restskuldina. Er skipið niðurskrivað soleiðis, at saldo- virðið áðrenn avskriving er eins við ella minni enn restskuldin av upprunaligu lánunum, kann avskriving ikki verða gjørd út yvir vinningin av skiparakstri og fyrr nevndu 15%. Við upprunalig lán skilst í hesum sambandi øll lántøka, sum hevur til endamáls at fíggja byggikostnaóin ella keyp av skipi. Harumframt kemurlántøka í samband við seinri umbygging av skipi, treytað av, at henda umbygging verður førd yvir avskrivingarbæra saldovirði. Fyri nærri at lýsa hesar lógarreglur verða her sett upp nøkur dømi um avskriving hjá persón- um, sum eiga skip ella part í skipi: Persónur A B C D E F G Saldo 1. januar 1974 Tllgongd 1974 180 180 180 180 180 180 180 20 20 20 20 20 20 20 Saldo 31. desbr. 1974 iðrenn avskrlvlng 200 200 200 200 200 200 200 Inntøkur frá sklparakstrl 70 20 10 5 5 0 + 5 Onnur inntøka 80 80 80 80 80 80 80 Tilsamans 150 100 90 85 85 80 75 Avdráttir av uppru- naliaum lánum 1 sklpi ella parti í skipi 15 15 15 15 15 15 15 Restskuld av uppruna- ligum lánum 3Í\ desbr. 1974 100 100 100 160 200 200 160 Jnntøka áðrenn ávskr. 150 100 90 85 85 80 \ ■75 Avskríving av sklpl 60 50 45 40 35 30 40 Inntøka áðrenn skattafrádrátt 90 50 45 45 50 50 35 Tá skattauppgerðin verður gjørd, eipur tann einstaki skattgjaldarin sjálvur at gera av, um vinningurin av skiparakstri (t.e. rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar fyri øll skip ella skipspartar hjá skattgjaldaranum) er størri ella minni enn teir falnu avdráttir í inntøkuárinum av uppruna- ligum lánum i skipum ella skipspørtum. Høvuðsreglan er so tann, at avskrivast kann ájavnt við tað størru av hesum báðum upp- hæddum og harumframt 15% av saldovirð- inum, tó sjálvsagt avmarkað til áðurnevndu 30% av saldovirðinum. Dømi A. Her er vinningurin av skiparakstri størri enn avdráttir av upprunaligum lánum, nevniliga 70.000 kr. mótvegis 15.000 kr. Loyvda avskrivingin kann tó ikki fara uppum 30% av saldovirðinum 200.000 kr. ella 60.000 kr. Dømi B visir, at vinningúrin av skiparakstri eis- ini her er størri enn avdráttir av upprunaligum lánum, nevniliga 20.000 kr. mótvegis 15.000 kr., men er her vinningurin minni enn 30% av saldovirðinum. Umframt vinningin av skipa- rakstri kunnu avskrivast 15% av saldovirðinum. i aðrari inntøku ella 30.000 kr. Samlaða avskriv- ingin er sostatt 20.000 kr. + 30.000 kr. = 50.000 kr. Dømi C. Her loysir seg betur at avskriva ájavnt við falnar avdráttir av upprunaligum lánum, tá hesir eru 15.000 kr. meðan vinningurin av skiparakstri bert er 10.000 kr. Umframt nevndu avdráttir kunnu avskrivast 15% av saldovirð- inum i aðrari inntøku ella 30.000 kr. Samlaða avskrivingin er sostatt 15.000 kr. + 30.000 kr. = 45.000 kr. Treytin, at skattlig saldo sum er 200.000 kr. + 45.000 kr. = 155.000 kr., er minst líka stór sum restskuldin, er lokin, tá hendan er 100.000 kr. Dømi D. I hesum føri er avdrátturin av upp- runaligum lánum framvegis størri enn vinning- urin av skiparakstri. Avskriving ájavnt við av- dráttin uppá 15.000 kr. + 15% av saldo ella 30.000 kr.>gevur tilsamans 45.000 kr. I hesum føri er avskrivingarupphæddin tó 5.000 kr. ov stór, tá avskrivingarbær saldo við eini avskriv- fng uppá 45.000 kr. verður 155.000 kr, meðao restskuldin er 160.000 kr. Loyvda avskrivingin verður tí í hesum føri 40.000 kr. Dømi E. Her sæst beinanvegin, at tá restskuld- in er ájøvn við avskrivingarbæru saldoina áðrenn avskrivingar, kann avskriving í hesum føri ikki vera gjørd út yvir vinningin av skipa- rakstri og 15% av saldovlrðinum. Avskrivingin verður tí i hesum føri 5.000 kr + 30.000 kr. = 35.000 kr. Dømi F. Tá restskuldin eisini í hesum føri er ájøvn við avskrivingarbæru saldoina áðrenn av- skrivingar, og eingin vinningur er av skipa- rakstri, er einans loyvt at avskriva 15% av saldovirðinum. Dømi G. Avdráttir av lánum saman við 15% av saldovirðinum eru tilsamans 45.000 kr. til av- skrivingar. Avskrivingarbæra saldovirði má tó ikki fara niður um 160.000 kr. ella ájavnt við restskuldina. Loyvd avskriving er ti 40.000 kr. í hesum føri. Ktøv líkningaryaldsins Um líkningarvaldið skal vera ført fyri at eftir- ansa, at gjørdar avskrlvingar eru samsvarandi ásetingunum í avskrivingarlógini, skulu rokn- skapar, har avskriving av $kipi ella parti í skipi kemur fyri, lúka fylgjandi krøv: 1. Rakstrarroknskapur fyri-skip ella part i skipi skal gerast serstakt, og mugu inntøkur ella út- reiðslurfrá øðrum virksemi ikki verða tiknarvið í hesum roknskapi. 2. Restskuldin av upprunaligum lánum i skip- um ella skipspørtum yið rakstrarársins enda skal framganga av fíggjarstandinum, eins og lángevari skal tilskilast. 3. Avdráttir av upprunaligum lánum í skipum ella skipspørtum, ið eru falnir til gjaldingar i inntøkuárinum, skulu tilskilast serstakt í rokn- skapinum. Avskriving av sáttmála um bygging av skipi Skilast má her ímillum um byggisáttmálin er gjørdur I seinasta lagi 1. september 1974 ella seinri. Persónur, sum pr. 1. september 1974 hevur sáttrhála um bygging av skipi, kann framvegis avskriva sambært § 13 í avskrivingarlógini fyri inntøkuárini 1974 og 1975. Hjá skattgjaldara, sum 2. september 1974 ella seinri hevur gjørt sáttmála um bygging av skipi, kann tann gjørda forskotsavskrivingin í byggitíðini hægst vera ájøvn við innskotnan eginpening útyvir vinning av skiparakstri. Hetta skal skiljast á tann hátt, at i teim inntøkuárum, har vinningurin av skiparakstri er meira enn 30% av avskrivingarbæra saldovirð- inum, kann tann upphæddin, sum vinningurin erstørri enn tey nevndu 30% av saldovirðinum, nýtast sum forskotsavskriving av byggisátt- mála í inntøkuárinum. Avskrivingin av byggisáttmála kann tó ikki í nøkrum inntøkuári vera meiri enn 15% av byggikostnaðinum. Forskotsavskriving kann tilsamans i mesta lagi verða 45% av avrádda byggikostnaðinum. Treyt fyri, at forskotsaVskriving av skips- byggisáttmála verður góðtikin av líkningar- valdinum er, at avrit av sáttmálanum er latin Líkningarráð Føroya., Viðvíkjandi skattligum avskrivingum hjá partreiðarum verður gjørt vart við jjunngerð likningarráðsins dagsett 27. mars 1974. Umframt omanfyri umrøddu reglur er avmarkingin í § 8 d i skattalógini frá 2. juli 1963, soleiðis sum' hon er broytt við løgtings- lóg nr. 52 frá 29. desember 1971, framvegis galdandi, hareftir avskriving hjá persónum ikki má vera størri enn so, at skattskylduga inn- tøkan í minsta lagi er líka stór, sum livi- kostnaðurin eftir galdandi prístalsgrundarlagi. Fyri skattaárið 1975/76 er henda avmarking kr. 27.800,- sambært prístalsgrundarlagið pr. 1. januar 1975. Tórshavn, 2. januar1975 Líkntngarráð Føroya ♦ * »

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.