Tíðindablaðið - 17.01.1975, Page 6

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Page 6
Síða 6 TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 ♦ Búskaparlig og politisk kreppa herjar í Italia italskur politikkur hevur í seinastuni ver- ið býtturí tvey. Annar parturin sjónligur: stjórnarkreppur, búskaparligar kreppur, verkføll og sosialur ófriður. Hin parturin er ósjónligur: ráðagerðir, ætlanir um statskvett, útlendskt trýst og bumbuat- sóknir. Bløð og ákæruvald hava hetta seinasta árið avdúk- að nógv um tann seinna partin. Tað vísir seg at vera eitt samband millum tann almenna politikkin og tað duldarfulla politiska spælið. Vánalig fíggjarstøða Italia striðist við inflatión og undirskot á handils- javnanum, arbeiðsloysi og príshækkingar. ídnaðurin noyðist at innflyta allar rávørumar. í fjør var undirskotið á handilsjavnanum 80 milj- ardir krónur. Prísirnir hækkaðu 21% ella meira enn nakra aðrastaðni í Evropa. Hálv onnur milj- ón fólk em arbeiðsleys, tað eru hálvtannað prosent. Landið hevur lænt til- samans 110 miljardir kr. uttanlanda, og tað er ó- gjørligt at fáa meira lán. Vinnulívið er eftir stuttari tíð lagt um frá landbúnaði til ídnað, og tað hevur skapt stórar trupulleikar. í Sjálvstýri í november Tað størsta og ríkasta hjá- landið hjá Portugal, Ang- ola, fær sjálvstýri 11. no- vember í ár. Stjórnin í Portugal undirskrivaði mikudagin ein sáttmála við teir tríggjar størstu partisanfelagsskapimar í landinum um at Angola skal gerast sjálvstøðugt. Síðst í hesum mánað skal ein fyribils stjórn skipast at stýra landinum, og i henni skulu vera umboð fyri Portugal og frælsis- rørslumar. Hesin sáttmáli er úrslit av seks daga samráðingum Suðuritalia, sum er lítið útbygt, er landbúnaðurin farin so í misrøkt, at hetta verður mett sum landsins størsti búskaparligi og pol- itiski spumingur. Triðing- urin av fólkinum býr har. Misrøktin hevur ført við sær, at italienarar nú noyðast at innflyta næstan alt tað kjøt, teir eta; sam- stundis verða bóndagarðar í hópatali niðurlagdir, og bøndumir rýma til Norð- urevropa at arbeiða í ídn- aðinum. Næst eftir oljuni er kjøtið tann størsta út- reiðslan í innflutningstøl- unum. Aldo Moro hevur sagt, at kjøtið — eins og oljan — skulu skamtast. Leiðslan er ov veik I nógv ár hjálpti tað itals- ka búskapinum, at fólk rýmdu úr Suðuritalia og fóru uttanlanda at arbeiða. Nú er arbeiðsloysið vaks- andi eisini í øðrum lond- um, og koma tær tríggjar miljónirnar av útlagnum arbeiðsmonnum aftur. STUTT UTTANEFTIR millum partamar í Portu- gal. Lítil tíð út at geva Bretski uttanríkisráðharr- in, James Callaghan, sig- ur, at hann er til reiðar at taka upp samband við rhodesiska leiðaran, Ian Smith, fyri at royna at fáa framstig at henda í roynd- unum at loysa stríðið mill- um hvitar og svartar í Rhodesia. Callaghan fer at senda eini boð tii Ian Smith um hetta. Bretski uttanríkisráðharrin hevur nýliga verið eina ferð í ym- kann hetta gerast mønu- stingurin fyri italska bú- skapin. Tað, sum ger kreppuna í Italia verri enn aðrastaðni, er, at landinqm tørvar eina politiska leiðslu. Tað hev- ur verið ógjørligt at stýra útbyggingini vinnulív- inum, tí stjórnarkreppur- nar hava verið so títtar, og samgongumar hava havt so vánaligt samarbeiði. Tað skal minni til í Italia enn aðrastaðni í dag fyri at renna samfelagið um koll. Landinum tørvar íbúðir, sjúkrahús, skúlar, bama- garðar, eina dugandi sosi- ala forsorg, eitt brúkiligt postverk og almenn flutn- ingsfør. Búskaparligir tmpulleikar í einum slík- um landi hava ringari á- virkan enn i londum, har mestsum alt gongur sína vanligu gongd, sjálvt um arbeiðsloysið veksur og prísirnir hækka. Italia hevur havt 38 stjómir í 30 ár. Kristiligi demokratiski flokkurin hevur næstan altíð verið við, og 10 til 20 leiðandi politikarar hava eisini ver- ið uppií alla hesa tíðina. Til vinstru Fyrst í 60unum hevði Ital- ia eins so stóra materiella framgongd sum ongantíð fyrr. Kristiligu demokrat- amir vóm ikki mentir at stýra pengastreyminum, sum londum i Afrika. I eini frágreiðing í parlamentin- um í London segði hann, at hann ætlar at leggja trýst á stjórnina í Rhodes- ia fyri at fáa hana at halda sín part av sáttmálanum við teir afrikansku nation- alistarnar. Callaghan segði, at tað er ikki nógv tíð út at geva, um sleppast skal undan guerillakríggi i Rhodesia. Skuldsettur fyri landasvik í Grikkalandi er tann sterki maðurin undir her- mannastýrinum, Iohanni- des, skuldsettur fyri land- asvik og uppreistur. Verð- ur hann funnin sekur, kann hann dømast til deyða. Hann situr í fongsli í Pireus. Eisini Papado- poulos er skuldsettur fyri hetta sama. sum varð brúktur upp í privatnýtslu, bilum $>g mati. Kommunistaflokkurin vaks skjótt, og kristiligu demokratarnir kendu seg noyddar at leita til vinstm og ganga saman við sosial- istunum, meðan teir frammanundan høvdu havt samvinnu við høgra- flokkar. Mangt hevði verið øðrvísi i dag, um centmms vinstrastjórnin framdi tær broytingar, sum samgong- uskjalið boðaði frá. Men eftir 10 árum er bert eitt punkt sett í verk, pensj- ónsskipanin. Teir vinstrasinnaðu seta nú aftur strong krøv fram, og tosað verður aftur i Italia um nýggja samvinn- u til vinstm — hesaferð við kommunistarnar. Teir hava ein triðing av veljara- fjøldini aftan fyri seg og Nýggj rakett Amerikanski verjumála- ráðharrin, James Schles- inger, sigur, at Sovjetsam- veldið arbeiðir nú upp á eina nýggja rakett. Hetta er SS-18 rakettin, sum er tann størsta rakettin, ið finst við fleiri spreingiløð- ingum. Hann segði, at amerikanaramir mugu vera vamir og taka støðu til, hvat teir nú skulu gera fyri at varðveita makt- javnan. Flóttarfólk Bretland er gingið við til eina turkiska áheitan um at flyta turkisk 'flóttarfólk frá eini bretskari herstøð á Kypros til Turkalands. Út- varpið í Ankara sigur, at Reyðakross-felagið hevur átikið sær at kanna eftir, hvussu nógv av flóttar- eru næststørsti flokkur. Higartil hevur ongin viljað havt kommunistarnar við í stjórnina. NATO uppí Amerikanskir politikarar og fólk, ið hava samband við fregnartænastuna CIA hava í seinastuni mestsum beinleiðis sagt, at teir meta møguleikarnar fyri kommunistiskari luttøku sum eina hóttan. USA og NATO kunnu ikki leggja beinleiðis uppi innanhýs- is-viðurskiftini, men kunn- u broyta maktjavnan við at styðja lógligar ella ólóg- Iigar, demokratiskar ella ódemokratiskar bólkar. Teir vinstrasinnaðu siga, at amerikanskur peningur var í spælinum undir tí fólkunum ynskja at verða flutt til Turkalands. Flótt- arfólkini, sum flýddu frá heimum sínum undir bar- døgunum á Kypros í fjør, verða væntandi seinni flutt til tann partin av Kypros, sum turkar hava ræðið yvir. Men ein kypri- otiskur talsmaður sigur, at bretar hava tikið hesa avgerð uttan samtykki frá kypriotisku stjórnini. Hann sigur, at stjómin er a tí áskoðan, at slíkir spurn- ingar eiga at avgerast av turkunum og grikkunum á oynni. Stendur illa til 1 einari frágreiðing um rik- isins støðu hevur Geralđ Ford forseti gjørt vart við ta álvarstøðu, sum amer- ikanski búskapurin er komin í. Hann segði, at seinastu stjórnarkreppuni í oktober-november. Ein bumbuspronging í Milano í 1969 var tekinið til eina røð av spronging- um, yvirgangi og politisk- um morðum, sum vórðu framd tey næstu 5 árini. Politiið og ákæruvaldið søgdu, at anarkistar og vinstrasinnaðir høvdu skyldina, men i dag tykist tað greitt, at ein umfat- andi felagsskapur stóð aft- anfyri, og at enđamálið var at fáa eitt nýtt fascistiskt stýri í Italia. Stjórin á italsku fregnartænastuni, Vito Miceli, er tikin og á- kærdur fyri at hava skipað felagsskapin, sum skuldi gera landið fascistiskt. Menn hava eisini ein illgruna um, at kendir høgrasinnaðir politikarar hava verið við í tí ráða- gerð, sum Vito Miceli legði til rættis. mmmmmm—mmmmmmmmm. tað stendur ikki væl til i landinum: miljónir av fólki eru arbeiðsleys, og inflati- ónin er stór. Hann metti, at landsins skuld fer hetta komandi árið at hækka til meira enn 500 miljardir dollars. For- setin heitti á kongressina um beinanvegin at minka um skattirnar og at skipa fyri tiltøkum, ið skulu miðja ímóti at minni olja verður brúkt í landinum. Hóast tann árliga frágreið- ingin hjá forsetanum um rikisins støðu mest snúði seg um innanríkis mál, heitti forsetin á kongress- ina um ikki at skerja hans- ara vald á uttanríkispolit- iska økinum. Hann segði, at restriktiónir, sum kunn- u verða gjørdar í bestu meining, fáa ikki altíð tann ætlaða virkningin, sum vit hava sæð nú viðvíkjandi handilsviðurskiftunum við Sovj etsamveldið. Tey seinastu árini hevur tað ofta verið ófriðarligt í Italia. Her eru tað studentar, sum ganga kravgongu # ♦

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue: 4. Tölublað (17.01.1975)
https://timarit.is/issue/324807

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.

4. Tölublað (17.01.1975)

Actions: