Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 12
144
Útheimurin.
fekk sína fría landaskipan. Men keisara og her eiga teir í
felag. Eysturríki er eitt av stórlondunum. og keisarin eitur
Frans Josef (hann var longu keisari í 1848).
Frankaríki. Frankaríki bleiv, sum vit frættu, republik í
1870, og tað hevur tað verið síðan. Tað var ein harðan
stokk, ið E'rankaríki fekk í krínum við Týskland, men tað
mentist merkiliga skjótt aftur. Sum eitt av stórlondunum
eigir tað stóran og dýran her og flota, og einki land hevur
størri landaskuld enn Frankaríki. Men fólkið er arbeiðsamt
og ríkt. í kultúri stendur landið ógviliga frammaliga. — Tann
núveranđi presidenturin eitur I.oubet.
Rusland. Móti vestri fekk Rusland eftir Napoleons fall
i 1815 tað markaskjal, tað enn hevur. Til nábúar her hevur
tað Preussaland og Eysturríki. sum tað hevur komið væl út
av tí við. Harafturímóti hevur tað fleiri ferðir roynt at taka
land frá Turkunum, sum tó hava vart seg væl og virðiliga;
stundum hava Angland og Eysturríki av avundsjúku inn á
Rusland hjálpt Turkunum. Ein og hvor vil helst sjálvur
fáa bitan.
Men hevur Rusland ikki vunnið víðari framm í Ev-
ropa, so hevur tað afturfyri gjort nógv um seg inni í Asia-
landi. Tað er ómátaliga stórar landspartar (»Sibiria«), tað
har hevur lagt undir seg. Tvortur igjognum heila tað stóra
ásiatiska fastlandið hevur tað vunnið framm, heilt eystur til
tað kinesiska verðinshavið, har tað nú av allari kraft roynir
at ota seg suður eftir, inn i Kina. Og ígjógnum Afghanistan
roynir tað at ota seg framm suður til Indialand, um tað tann
vegin. yvir oyðimork og fjóll, kann sleppa framat Anglands
ríku skatkistu. Og til at yvirfalla Turkarnar og reka teir út
úr Evropa stendur altið Ruslands hugur. Tí tað er Ruslanđs
dreymur at vinna Konstantinopel og gera tað til hðvuðssetur
i rikinum, fyri soleiðis betur at vísa, at tað hevur lyft arvin
frá hinum gamla eystara Rómararíkinum. — Ruslanđ verður
stýrt aldeilis einveldiga. Fólkið er ógviliga illa undirkúgað
og verður ofta verri viðfarið enn djór; upplýsningurin er eingin,
og landið er ógviliga langt til afturs í kultúri; embætismenn-
inir eru óndir og svikafullir, teir grisk-katólsku prestarnir
latir og óvitandi. Tað vitleysa innlendis stýrið í Ruslandi
hevur gjórt nógvar frísintar Rusmenn til »nihilistar« 0: menn,
ið við alskyns vápnum vilja keisara og heila stýrinum til lívs;