Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 1
ÚTHEIMURIN.
TTin stóra kollveltingin. Táið vit síðst hovdu Frankaríki uppi
til umrøðu, drógu vit framm, hvussu standurin longuundir
Ludvíki hinum fjúrtanda og enn meiri seinri versnaði í land-
inum, hvussu fólkið varð alt meiri og meiri fátækt, hvussu
Angland tók nýlonđini, sjóhandilin minkaði og landaskuldin
vax; og tungar treytir og harðir skattir lógdust á býmenn,
bøndur og arbeiðsmenn. I.eingi var fólkið tigandi og tolið,
men um síðir kom hin stóri bresturin, revolutiónin.
í 1789 var Ludvíkur hin sextandi kongur í Frankaríki.
Hann var hjartagóður maður, men viljaveikur, og legði ikki
stórt lag í landastýri. Ríksstýrið brúkti nógvan pening. Her-
urin kostaði ógviligt, men enn meiri kostaði hirðin og hóv-
menninir.
Adilsmenninir í Frankaríki áttu ein triðjung av ollum
jarðargóðsinum, kirkjumenninir ein annan triðjung. Bispar og
abbađar áttu avbera stórar inntøkur, meðan nógvir prestar
vóru ógviliga illa lønaðir. Adilsmenn og kirkjumenn skattaðu
nærum einki, so landsins skattir máttu rindast av býmonnum,
bøndrum og arbeiðsmonnum; triðistandur róptust teir.
Klókir menn hovdu leingi dugað á at skyna, at soleiðis
kundi tað ikki ganga; og teir hovdu eftir førumuni roynt at
rudda slóð fyri teirri nýggju tíðini, ið koma mátti. Voltaire
og Rousseau vóru teir navnframastu. Voltaire var maðurin,
ið reiv niður, mest við at spotta og speireka kirkjutrúgv og
religión. Rousseau var maðurin, ið upp bygdi, mest við í
skriftum at draga upp, hvussu barnafostran og landastýri var
komin burtur frá allari natúrligari leið: tað um galt var
samfall og samljóð við natúrini. í lanđastýrinum var tað