Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 1

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 1
ÚTHEIMURIN. TTin stóra kollveltingin. Táið vit síðst hovdu Frankaríki uppi til umrøðu, drógu vit framm, hvussu standurin longuundir Ludvíki hinum fjúrtanda og enn meiri seinri versnaði í land- inum, hvussu fólkið varð alt meiri og meiri fátækt, hvussu Angland tók nýlonđini, sjóhandilin minkaði og landaskuldin vax; og tungar treytir og harðir skattir lógdust á býmenn, bøndur og arbeiðsmenn. I.eingi var fólkið tigandi og tolið, men um síðir kom hin stóri bresturin, revolutiónin. í 1789 var Ludvíkur hin sextandi kongur í Frankaríki. Hann var hjartagóður maður, men viljaveikur, og legði ikki stórt lag í landastýri. Ríksstýrið brúkti nógvan pening. Her- urin kostaði ógviligt, men enn meiri kostaði hirðin og hóv- menninir. Adilsmenninir í Frankaríki áttu ein triðjung av ollum jarðargóðsinum, kirkjumenninir ein annan triðjung. Bispar og abbađar áttu avbera stórar inntøkur, meðan nógvir prestar vóru ógviliga illa lønaðir. Adilsmenn og kirkjumenn skattaðu nærum einki, so landsins skattir máttu rindast av býmonnum, bøndrum og arbeiðsmonnum; triðistandur róptust teir. Klókir menn hovdu leingi dugað á at skyna, at soleiðis kundi tað ikki ganga; og teir hovdu eftir førumuni roynt at rudda slóð fyri teirri nýggju tíðini, ið koma mátti. Voltaire og Rousseau vóru teir navnframastu. Voltaire var maðurin, ið reiv niður, mest við at spotta og speireka kirkjutrúgv og religión. Rousseau var maðurin, ið upp bygdi, mest við í skriftum at draga upp, hvussu barnafostran og landastýri var komin burtur frá allari natúrligari leið: tað um galt var samfall og samljóð við natúrini. í lanđastýrinum var tað

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.