Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 25
Tvær yrkingar.
157
Dregur á ský og dimmir á nátt,
vitar veittra á stongum hátt,
bjart leikar ljós um strætir;
snarljósis mátturin veitir magnið,
drívur rensl á lunnavagni -—
skreiða teir dagar og nætur.
Mikil á breytum er mannatrongd,
múgvan tyrpist títt í trongd,
karlar og konur vappa;
teir, sum tjógvar við kliptum veli,
tær, so mjúkar sum fitjur á seli,
lysta at kína og klappa.
— Stormur dunar í homrum hátt,
himmalódn ger dag til nátt —
kolaniðan svarta!
Bygdasmogur um flagtokt hús,
har er myrkur og einki ljús,
fátt er fólk at darta.
Lógvin stendur í eini blámu,
glaðar á land við sjósoltum rámi,
runar í moli og sandi.
Skelvur jorð og titra fjóll,
stendur við húsbrot bygdin oll —
tó hvor eigir frægari landið?
Flaktist enn bergið — eg vildi ei býtt
við hesu stræti heimalandið mítt,
tí tað meg aldi til manna;
beyð tað mær enn striltan kost,
tað legði tó í meg tann brennandi ást
at sær, umframt hvort eitt annað.
Jóannes Patursson.
15