Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 22

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 22
i54 Útheimurin. — Misprenting. fyrstu mannasogu á føroyskum máli; menn tað er tó nógv gott uppi í. Eg tori tí at vóna, at lesarnir kanska ikki vildu ótolnast, um eg eisini gav teimum eitt stutt yvirlit yvir Før- oya sógu. Eg havi nýtt ymsar danskar lærubøkur til hjálpar, meðan eg havi skrivað, serliga Johan Ottosens Verdenshistorie. í næsta blaði sigi eg so frá tí, ið til hevur borist í 1901 og í teim umlidnu mánaðunum av 1902. Síðan sigi eg so i hvórjum »Búreisingi« frá teim hóvuðshendingum, ið frættir eru síðan síðsta blað kom. Um tá »Búreisingur« verður so gamal, at hetta kann gerast. Eg nái ikki sjálvur at skriva yvir helftina av blaðnum hvðrja ferð (eisini verða tillóg míni hervið minni gjðgnumtonkt og av minni virði). so, eigir »Bú- reisingur* skrivikønar vinmenn. ið vilja syrgja yvir blaðsins deyða, mugu teir nógv meir enn hegartil styðja meg. Annars leggi eg arbeiði frá mær til nýggjárið. A. C. Evensen. Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. í ta greinina, sum Rasmus háskúlalærari Rasmussen skrivaði við hesari yvirskrift í síðsta blað av »Búreisingi«, er ein misprenting komin, ið skrivarin biður meg um at beina. Blaðsíðu 102 á triðjusíðstu reglu stendur at lesa: Wil- liam Gilbert (f 1540); tað skal vera: William Gilbert (* 1540). William Gilbert doyði ikki ár 1540, men hann varð føddur 1540. Blaðstýrarin. —-i €€-«-•

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.