Búreisingur - 15.09.1902, Síða 22
i54
Útheimurin. — Misprenting.
fyrstu mannasogu á føroyskum máli; menn tað er tó nógv
gott uppi í. Eg tori tí at vóna, at lesarnir kanska ikki vildu
ótolnast, um eg eisini gav teimum eitt stutt yvirlit yvir Før-
oya sógu.
Eg havi nýtt ymsar danskar lærubøkur til hjálpar, meðan
eg havi skrivað, serliga Johan Ottosens Verdenshistorie.
í næsta blaði sigi eg so frá tí, ið til hevur borist í 1901
og í teim umlidnu mánaðunum av 1902. Síðan sigi eg so i
hvórjum »Búreisingi« frá teim hóvuðshendingum, ið frættir
eru síðan síðsta blað kom. Um tá »Búreisingur« verður so
gamal, at hetta kann gerast. Eg nái ikki sjálvur at skriva
yvir helftina av blaðnum hvðrja ferð (eisini verða tillóg míni
hervið minni gjðgnumtonkt og av minni virði). so, eigir »Bú-
reisingur* skrivikønar vinmenn. ið vilja syrgja yvir blaðsins
deyða, mugu teir nógv meir enn hegartil styðja meg.
Annars leggi eg arbeiði frá mær til nýggjárið.
A. C. Evensen.
Stutt yvirlit
yvir
elektrisitetina.
í ta greinina, sum Rasmus háskúlalærari Rasmussen skrivaði við hesari
yvirskrift í síðsta blað av »Búreisingi«, er ein misprenting komin, ið skrivarin
biður meg um at beina. Blaðsíðu 102 á triðjusíðstu reglu stendur at lesa: Wil-
liam Gilbert (f 1540); tað skal vera: William Gilbert (* 1540). William Gilbert
doyði ikki ár 1540, men hann varð føddur 1540.
Blaðstýrarin.
—-i €€-«-•