Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 30
DREYMAR.
Tvær yrlcinyar av J. H. O. Dj.urhuus,
I.
Qo ofta meg droymir har úti
^ á fjarskotnum. einsligum tanga,
í trongari smáttu har situr
ein moyggj við so bleikum vanga,
við miðnáttareygum hon starir so sert
og mutlar: min biðil, vælkomin tú ert.
Og inn yvir sjóvátan tanga
teir kaldu náttvindíir strúka,
og nístandi svartir fuglar
í allar ættir um fúka,
men gentan bert mutlar: um nakna sker
nú okkara brúdleypssongur fer.
Og dáttligt so kaldligt tað verður,
sum alt fyri eitt hann frysti:
sex kolsvartir menn tá standa
skamt frá mær við einari kistu,
men gentan bert mutlar: vár brúdleypsong,
— tú óttast ei, vinur — hon verður ov trong.