Búreisingur - 15.09.1902, Page 30

Búreisingur - 15.09.1902, Page 30
DREYMAR. Tvær yrlcinyar av J. H. O. Dj.urhuus, I. Qo ofta meg droymir har úti ^ á fjarskotnum. einsligum tanga, í trongari smáttu har situr ein moyggj við so bleikum vanga, við miðnáttareygum hon starir so sert og mutlar: min biðil, vælkomin tú ert. Og inn yvir sjóvátan tanga teir kaldu náttvindíir strúka, og nístandi svartir fuglar í allar ættir um fúka, men gentan bert mutlar: um nakna sker nú okkara brúdleypssongur fer. Og dáttligt so kaldligt tað verður, sum alt fyri eitt hann frysti: sex kolsvartir menn tá standa skamt frá mær við einari kistu, men gentan bert mutlar: vár brúdleypsong, — tú óttast ei, vinur — hon verður ov trong.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.