Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 32

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 32
64 Dreymar. Men langt út yvir hav fleyg hennar sjón, eg fylgdi henni heilt út til havsbrúnna: mann grivin liggur har ein vókur vón, ið ger so sorgarbundna bleiku frúnna? Tá treiv í harpustrong hon brátt og kvað: tað ljóðar sum tá stormarnir um heystið á svórtum dýpi syngja syrgjulag, tí bátarnir ei koma meir í neystið. Og dansurin á flótu helt uppat, ti undarligt at duna tók í fjóllum, i gjánni var tað sum um nakar græt, og fólkið ræddist fyri náttartróllum. Tá kendi eg teg aftur, bleika sprund, tú drotning yvir Atlants oyggjum naknu, tín tala er ein gjóstur gjógnum lund, og tínir kossar kaldir, so eg — vakni.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.