Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 16
i48
Útheimurin.
áfrika. Beint nú hevur tað lagt tær tvær Boararepublikk-
irnar aftrat londum sínum i Suðuráfrika. Tey ángilsku ný-
londini hava til saman eitt fólkatal ímillum 300 og 400 mil-
iónir. Rusland hevur, sum áður nevnt, tey veldigu nýlondini
inni í Asialandi. Frankaríki eigir Algier og Tunis i Afrika
og ta stóru oynna Madagaskar og ein stóran part av Aftara
Indialandi. Týskland eigir fleiri nýlond í Suðuráfrika. Tað
er eitt satt kapplop millum stórlondini eftir at vinna sær
nýlond.
Kina er eitt ómátaliga stórt land, sum í fleiri túsund
ár hevur átt hoga kultúr. Kinamenn hava tí vanvirt Evropa-
menn, ið ikki hava átt kultúr so leingi, og hava roynt at
steingja teir úti frá Kina- Tað sama gera teir enn, hóast
Evropa nú er komið framm um teir í flest ðllum. í árið iqoo
royndi ein partur av Kinamonnum — teir nevndust »boxar«
— at reka allar teir Evropamenn út úr landinum, ið inn vóru
komnir. Men teir máttu gevast, av tí stórlondini heima í
Evropa og Bandaríkið í Norðurámerika komu sær upp í.
jápan. ið hóast stórt tó er nógv minni enn Kina, er
eisini eitt gamalt kultúrland. Men tað hevur lagt sær nær, ov
nær, at kanna sær Evropas kultúr. Tað eigir ein stóran her og
flota, so tað nú má roknast upp í stórlondini. Jápan hevur
fingið sær eina tingbundna landaskipan eftir evropeiskum
mynstri, meðan í Kina keisarin hevur einveldi.
Enn eru nokur orð eftir at siga um Norðurlondini.
Verst hevur tað 19. hundraðárið farið við Danmork, ið fyrst
misti Noreg (tó ikki tey norsku londini Island og Føroyar),
síðan teir stóru týsku landspartarnar (og Suðurjútland) móti
suðri. Svoríki misti Finland, men fekk tó Noreg til felags-
land afturfyri; Svðríki og Noreg stýra hvort sær sjálv-
um, men eiga sama kong; bæði londini hava tingbundna
landaskipan, men hin politiska fríheitin er størst í Noreg.
Stór innlendis framstig hava bæði londini gjort, tó kanska
mest Noreg. Tann núverandi kongurin eitur Oskar hin annar.
Eisini Danmork, sum í 1849 fekk tingbundna landaskipan,
hevur gjort stór innlendis framstig, serliga undir tí núverandi
konginum Kristiani hinum nýggjunda. ísland fekk í 1874
eina serliga landaskipan, og Føroyar fingu í 1852 teirra
gamla logting aftur.