Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 16

Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 16
i48 Útheimurin. áfrika. Beint nú hevur tað lagt tær tvær Boararepublikk- irnar aftrat londum sínum i Suðuráfrika. Tey ángilsku ný- londini hava til saman eitt fólkatal ímillum 300 og 400 mil- iónir. Rusland hevur, sum áður nevnt, tey veldigu nýlondini inni í Asialandi. Frankaríki eigir Algier og Tunis i Afrika og ta stóru oynna Madagaskar og ein stóran part av Aftara Indialandi. Týskland eigir fleiri nýlond í Suðuráfrika. Tað er eitt satt kapplop millum stórlondini eftir at vinna sær nýlond. Kina er eitt ómátaliga stórt land, sum í fleiri túsund ár hevur átt hoga kultúr. Kinamenn hava tí vanvirt Evropa- menn, ið ikki hava átt kultúr so leingi, og hava roynt at steingja teir úti frá Kina- Tað sama gera teir enn, hóast Evropa nú er komið framm um teir í flest ðllum. í árið iqoo royndi ein partur av Kinamonnum — teir nevndust »boxar« — at reka allar teir Evropamenn út úr landinum, ið inn vóru komnir. Men teir máttu gevast, av tí stórlondini heima í Evropa og Bandaríkið í Norðurámerika komu sær upp í. jápan. ið hóast stórt tó er nógv minni enn Kina, er eisini eitt gamalt kultúrland. Men tað hevur lagt sær nær, ov nær, at kanna sær Evropas kultúr. Tað eigir ein stóran her og flota, so tað nú má roknast upp í stórlondini. Jápan hevur fingið sær eina tingbundna landaskipan eftir evropeiskum mynstri, meðan í Kina keisarin hevur einveldi. Enn eru nokur orð eftir at siga um Norðurlondini. Verst hevur tað 19. hundraðárið farið við Danmork, ið fyrst misti Noreg (tó ikki tey norsku londini Island og Føroyar), síðan teir stóru týsku landspartarnar (og Suðurjútland) móti suðri. Svoríki misti Finland, men fekk tó Noreg til felags- land afturfyri; Svðríki og Noreg stýra hvort sær sjálv- um, men eiga sama kong; bæði londini hava tingbundna landaskipan, men hin politiska fríheitin er størst í Noreg. Stór innlendis framstig hava bæði londini gjort, tó kanska mest Noreg. Tann núverandi kongurin eitur Oskar hin annar. Eisini Danmork, sum í 1849 fekk tingbundna landaskipan, hevur gjort stór innlendis framstig, serliga undir tí núverandi konginum Kristiani hinum nýggjunda. ísland fekk í 1874 eina serliga landaskipan, og Føroyar fingu í 1852 teirra gamla logting aftur.

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.