Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 13
Útheimurin.
145
1881 drupu teir ein keisarin. — Finland, ið hevur verið
knýtt til Rusland síðan 1808, hevur tó átt fría landaskipan.
Men nú er tann núverandi keisarin Nikolaj hin annar
farin at bróta grundlógina. — Fyri stuttum hevur Rusland
gjort samband og felag við Frankaríki (»tvífelagið«, ið skal
siga skák við »trýfelagið«.
Turkarnir. Nokur ár eftirNapoleons fall reistu Grik-
k a r n i r seg við vápn í hendi móti Turkunum, og hjálptir
av Ruslandi, Frankaríki og Anglandi slitu teir seg leysar
frá teimum og skapaðu tað nýggja kongaríki Grikk-
1 a n d , ið hevur tingbundna landaskipan. Grikkarnir eru
ódugnamenn, og land teirra er ógviliga fátækt. Men teir
hava hop um at fáa meira land, sum Grikkar búgva í, frá
Turkunum. I 1897 hjálptu teir oynni Kretu, hvar fólkið er
griskt, móti harrum teirra, Turkunum. Turkarnir vunnu av
Grikkunum, men tó mistu teir Kretu, í tí stórlondini í Evropa
noyddu teir til at geva oynni sjálvstýri. Grikklands núver-
andi kongur eitur G e o r g , og er hann ein sonur av lcongi
okkara, Kristian hinum níggjunda. — Eisini aðrar landspartar
hava Turkarnir verið noyddir til at geva frá sær, sum R u -
menia, Serbia, MontenegroogBulgária, iðoll
eru sjálvstýrandi smáríkir. Bæði Rusland og Eysturriki royna
sum best at vinna hesi smáríkini fyri seg. — Soleiðis minkar
tað land, ið Turkarnir eiga í Evropa, alt meiri og meiri, og
kanska varar tað ikki so leingi, áðrenn teir verða heilt riknir
burtur. Evropamenn eyknevna tí eisini keisara ella sultán
teirra »hin sjúka mannin«. Tann núverandi sultánurin eitur
Abdul Hámid.
Angland. Vit hava nú sæð, hvussu framfarið í fríheit
og sjálvstýri hjá fólkaslogunum í Evropa hevur gingið fyri
seg sum í stórum springum. Fríheitin ger eitt stórt spor
framm, verður so rikin næstan líka nógv aftur, ger aftur eitt
stórt spor framm, verður uppaftur rikin nógv aftur o. s. fr.
Og tó eru vit nú í dag komin langt áleiðis — tað vildi hann
best kunna vitnað, sum hevði livað innan 1789. Oðrvísihevur
framfarið verið í Anglandi. Her var longu væl til av fríheit
og frælsi, innan hin stóri franski bresturin vakti Evropa úr
dúri. Hóvligt og líðandi hevði framfarið verið í hesum gjógn-
um tær farnu tíðirnar, og hóvligur og líðandi — og tí eisini
sunnari — heldur framburðurin á at vera í 19. óld.