Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 21
Útheimurin.
153
undantikið) vikna meiri og meiri. Tað kann vera trúligt, at
hetta kapplopið eina ferð fyrr ella seinri vil gera antin tey
ángilsku ella tey germansku ella tey slævisku fólkaslogini til
heimsins harrar. Hovuðsfólkið millum tey slævisku fólka-
slogini er Rusmenn; men eftirsum tey í kultúri standa ógvi-
liga aftaliga, og eftirsum Rusland enn á okkara fríu dogum
hevur einveldi, so er tað at hopa bæði fyri kultúr og fríheit,
at Slævarnir ikki mugu blíva heimsins harðu harrar. Tað er
eisini at hopa, at heldur ikki tey ángilsku fólkaslogini mugu
verða tað; tí tey vísa eitt merkiligt evni til at uppeta og upp
í seg taka oll minni fólk, sum koma inn undir teirra honđ,
ein gáva, ið hovuðsfólkið millum tey germansku fólkaslogini,
Týskarnir, ikki eiga, hóast teir ofta hava haft viljan til at
gera tað. Eisini standa tey germansku fólkaslogini — sum
vit Norðbúgvar sjálvir eru ein partur av — skjótt fremstir
bæði í andligari og kropsligari kultúr.
Enn vilja vit gera tvær leysar frásognir.
Eg havi áður sagt frá, táið vit hovdu á lofti tíðina mill-
um kirkjureinsanina og hina fronsku revolutiónina, at kult-
ú r i n meiri og meiri fór at loysna frá sambandi við
kirkjuna. Og streymurin hevur rikið sama vegin í ig.
olđ. Táið hitt gamla Rómararíkið fall saman, var tað kirkjan,
ið sum móðir uppfostraði tað lítla kultúrbarnið, ið enn var á
lívi. Men barnið vax og kom til mans og stendur nú sjálv-
bjargið yvir fyri móður síni. Hetta er einans sum tað eigir at
vera, hóast tað er at hopa, at kristindómurin aldrin má missa
sína gagnligu ávirkan á kultúrina.
Landafundirnir stedgaðu heldur ikki í nítjanda
hundraðári. Soleiðis er — til đømis at taka — tað stóra, so
leingi alđeilis ókenda innlandi í Afrika gjógnumleitað og ran-
sakað, og đjarvir menn hava roynt at finna vegin framm til
Norðurpólin. Táið eini 100 ár aftrat eru umliðin, verður iva-
leyst hvór krókur í heiminum vælkendur av hvorjum skúla-
barni.
Eg eri nú liðugur við at geva tað yvirlitið yvir manna-
sðguna, sum eg lovaði í marts-blaðnum av »Búreisingi«. Eg
foli sjálvur væl, hvussu nógv kann vera at finnast at í hesi