Búreisingur - 15.09.1902, Page 21

Búreisingur - 15.09.1902, Page 21
Útheimurin. 153 undantikið) vikna meiri og meiri. Tað kann vera trúligt, at hetta kapplopið eina ferð fyrr ella seinri vil gera antin tey ángilsku ella tey germansku ella tey slævisku fólkaslogini til heimsins harrar. Hovuðsfólkið millum tey slævisku fólka- slogini er Rusmenn; men eftirsum tey í kultúri standa ógvi- liga aftaliga, og eftirsum Rusland enn á okkara fríu dogum hevur einveldi, so er tað at hopa bæði fyri kultúr og fríheit, at Slævarnir ikki mugu blíva heimsins harðu harrar. Tað er eisini at hopa, at heldur ikki tey ángilsku fólkaslogini mugu verða tað; tí tey vísa eitt merkiligt evni til at uppeta og upp í seg taka oll minni fólk, sum koma inn undir teirra honđ, ein gáva, ið hovuðsfólkið millum tey germansku fólkaslogini, Týskarnir, ikki eiga, hóast teir ofta hava haft viljan til at gera tað. Eisini standa tey germansku fólkaslogini — sum vit Norðbúgvar sjálvir eru ein partur av — skjótt fremstir bæði í andligari og kropsligari kultúr. Enn vilja vit gera tvær leysar frásognir. Eg havi áður sagt frá, táið vit hovdu á lofti tíðina mill- um kirkjureinsanina og hina fronsku revolutiónina, at kult- ú r i n meiri og meiri fór at loysna frá sambandi við kirkjuna. Og streymurin hevur rikið sama vegin í ig. olđ. Táið hitt gamla Rómararíkið fall saman, var tað kirkjan, ið sum móðir uppfostraði tað lítla kultúrbarnið, ið enn var á lívi. Men barnið vax og kom til mans og stendur nú sjálv- bjargið yvir fyri móður síni. Hetta er einans sum tað eigir at vera, hóast tað er at hopa, at kristindómurin aldrin má missa sína gagnligu ávirkan á kultúrina. Landafundirnir stedgaðu heldur ikki í nítjanda hundraðári. Soleiðis er — til đømis at taka — tað stóra, so leingi alđeilis ókenda innlandi í Afrika gjógnumleitað og ran- sakað, og đjarvir menn hava roynt at finna vegin framm til Norðurpólin. Táið eini 100 ár aftrat eru umliðin, verður iva- leyst hvór krókur í heiminum vælkendur av hvorjum skúla- barni. Eg eri nú liðugur við at geva tað yvirlitið yvir manna- sðguna, sum eg lovaði í marts-blaðnum av »Búreisingi«. Eg foli sjálvur væl, hvussu nógv kann vera at finnast at í hesi

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.