Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 47
Forn búseting í Føroyum
55
bodnar vóru, og hóast ráð vórðu roynd at noyða slíkar menn
! húskallatænastu (Bærentsen 1911 A, 88—142), var endin tó
tann, at teir við traðarbrúkum fingu møguleikar at reka sjálv-
støðugt jarðarbrúk. Landbúnaðurin fekk á hendan hátt eina
uppblóming í 19. øld, og í flestum bygdum mundi tá verða
velt upp úr nýggjum mangar ferðir meir enn nakrantíð áður.
Fólkatalið nørdist, og tann nógva nýbygging kámaði í vissan
mun ta fornu búsetingarskipan, sum til tá hevði valdað. Á
kortum úr endanum á 19. øld kunnu vit tó enn síggja ta fornu
búsetingarskipan, sum ikki er vorðin sprongd fyrr enn nú á
okkara døgum.
Fyri 200 árum síðan vóru tær kreftir, sum skuldu broyta
samfelagið so fullkomiliga, ikki enn farnar rættiliga at virka.
Vit møta tá tí forna landbúnaðarsamfelagnum, sum í flest
øllurn sínum viðurskiftum — og ikki minst í búsetingarskip-
anini — hevur røtur langt aftur í forna tíð. Hetta var eitt
landbúnaðarsamfelag burtur av, ikki soleiðis at skilja, at bert
velting, neytahald og seyðahald høvdu búskaparligan týdning;
hjávinnurnar útróður, fuglaveiði og grindaveiði høvdu al-
stóran búskaparligan týdning, men rættindini at reka hesar
hjávinnur vóru nær knýtt at ognar- ella nýtslurættinum til
jørð, og størsti parturin av úrtøkuni úr hjávinnunum kom
teimum til góðar, sum sótu við jørðini. Ymsar skrivaðar og
óskrivaðar fyriskipanir, sum t. d. strandrættur, bátsbandið,
landpartur og jarðarhvalur, knýttu sostatt allar vinnur saman
í eina búskaparskipan við jørðini sum miðdepli, og ognar-
viðurskiftini vóru tí avgerandi í øllum samfelagsviðurskiftum,
og hava eisini stýrt tí búsetingarligu gongdini.
Sum flestum kunnugt eru føroysk jarðarviðurskifti út av
lagi fløkjaslig. Menn eiga ein snøkil her og ein snøkil har, og
um so er, at maður eigur nógva ognarjørð, merkir hetta bert,
at hann eigur stórt tal av snøklum (Bærentsen 1911 B). Bónda-
garðar sum soleiðis eru ikki til uttan kongsgarðarnir, og teirra
millum er eisini eitt stórt tal bert at rokna sum snøklar. Henda
sundurmorling av ognarjørðini stendst av, at jørðin gjøgnum
øldir er vorðin skift millum arvingarnar í smærri og smærri