Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 50
58
Forn búseting í Føroyum
Um býlingarnar sigur Chr. Matras, at vit við vissu kunnu
halda, at teir fyrstu býlingagarðarnir vórðu stovnsettir í minsta
lagi eini 200 ár undan trúbótini, tað er um 1300 ella møguliga
fyrr.
Sundurskiftingina av býlingunum og sostatt stovnsetanina
av húsum heldur Chr. Matras seg kunna tíðarfesta til umleið
1600—1700. Seinri høvundar hava eisini tikið undir við hesum
tíðarfestingum, t. d. sigur Bjørk sorinskrivari (Bjørk 1975: 38),
at býlingarnir eru stovnaðir undan 1584, tá vit fáa ta elstu
jarðarbókina, men flest øll húsini eru sett á stovn seinri. Eftir
kanning Arnbjørn Mortensens (1954: 52—57) av fólkatali og
ognarbýting um 1600 skulu tá hava verið 264 bóndahús við
3,1 mk. í kongs í miðal umframt ognarjørð og 120 ognarhús
við 7,4 m. í ogn upp á húsið í miðal, og gevur hetta 384 hús
ella knappliga 2 hús í hvørjum býlingi í miðal.
Tað er av stórum týdningi at royna at gera sær greitt,
hvussu búsetingin var vorðin um 1600, tá vit fáa okkara fyrsta
møguleika at gera eina samanfatandi meting av teimum skriv-
aðu keldunum, tí um so er, at teir høvundar, eg havi nevnt,
hava rætt í sínum metingum, noyðast vit at hugsa okkum eitt
miðaldarsamfelag við óbýttum býlingagørðum, og tann jarða-
fløkjan, sum vit síggja í 18. øld og seinri má sostatt vera
komin í eftir 1600. Víkingaaldarsamfelagið, mugu vit somu-
leiðis hugsa okkum til, hevur bert havt ein garð í hvørji bygd.
Hetta samsvarar eisini teirri hugmynd, sum nógvir fornfrøð-
ingar hava, tá teir standa á einum miðaldar toftaøki og siga
»Her er ein garður.«
Fornfrøðilig greining.
Sum tað skilst hava búsetingarsøguligu spurningarnir higar-
til bert verið viðgjørdir av staðanavnagranskarum og søgu-
monnum. Fornfrøðiligt keldutilfar hevur ikki verið nógv
frammi í hesi viðgerð — og tað av góðum grundum. I Før-
oyum er fornfrøði so nýggj vísindi, at grundleggjarin og í
mong ár Føroya einasti fornfrøðingur, Sverri Dahl, enn er
virksamur innan sítt øki, og mest takkað veri arbeiði hansara