Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 51

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 51
Forn búseting í Føroyum 59 hava vit eitt rað av fornfrøðiligum rannsóknum, serstakliga úr víkingaøld, men eisini úr miðøld, sum fer at kunna verða nýtt í búsetingarsøguligu granskingini. Eg sigi, at tað fer at kunna verða nýtt, tí enn vantar okkum ta tíðarkrevjandi út- greiningina av fornfrøðiliga tilfarinum, so øll granskingarúrslit, sum verða bygd á hetta tilfarið, eru bert fyribils. Bæði í Hvalba (óprentað), á Sandi (Krogh 1975) og á Eiði (óprentað) eru funnar leivdir av víkingaaldarbúplássum, sum liggja soleiðis fyri, at vit mugu halda tey vera annað- hvørt einasta garðin ella týdningarmesta garðin í avvarðandi bygd í víkingaøldini. Tað, sum fær meg at halda hetta, er, at í øllum trimum støðum er bústaðurin nær knýttur at forna kirkjustaðnum í bygdini. Eftir øllum at døma hevur kirkju- skipanin í Føroyum verið tann sama, sum so mangar aðrar staðir, t. d. í íslandi og Grønlandi, har bóndin átti kirkjuna, og hon stóð sum eitt hús millum onnur á garðinum (Krogh 1975: 49—51). Allir garðar høvdu tó ikki kirkju, bert teir ríkastu og týdningarmestu. Kanska er støðan tann sama í Kvívík (Dahl 1951), har tær kendu toftirnar av einum 22 m longum víkingaaldar langhúsi og har afturat fjós og hoyløða liggja heilt nær forna kirkju- staðnum. Men eg haldi tó ikki. Millum víkingaaldartoftirnar og kirkjustaðin rennur tann stóra áin, sum skilir, so sambandið millum kirkju og bústað neyvan hevur verið tað besta, eitt nú í áarføri. Eisini støddin á fjósinum fær ein at undrast. Ætlandi hevur har verið pláss til 12 neyt, men hetta má eisini í víkinga- øld haldast at vera ov lítið til ein 48 marka garð, um vit hugsa okkum bygdina óbýtta. Óivað má roknast við fleiri fjósum kanska á sama garði, men helst á einum meiri týðandi garði við kirkjustaðin hinumegin ánna. Eg haldi tískil, at vit í Kvívík longu í víkingaøld mugu umhugsa møguleikar fyri tveimum gørðum í minsta lagi, ella eitt sundurbýti í tveir býlingar, sum nú á døgum bera nøvnini Fyri heiman Á og á Kirkjuteigi. 1 øðrum bygdum er púra skilligt, at víkingaaldar búpláss eru at finna, sum ikki eru knýtt at kirkjustaðnum í bygdini.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.