Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 55
Forn búseting í Føroyum
63
brúk á sama garði, men møguleikin fyri, at hetta eru 2 sjálv-
støðug sethús hvørt við sínum festi er avgjørt til staðar. í
hesum sambandi kann verða víst til grein eftir Arnvid Lille-
hammer (1971), sum hevur hug at skilja garðin Ytre Moa í
Sogni við 3 smáum sethúsum úr víkingaøld sum ein »mangbølt
gard« — ein garð við fleiri húsum.
Áhugavert er tað eisini, og ein verður ikki sørt ovfarin av
at leggja til merkis, at soleiðis sum tey fornu búplássini liggja
í bønum í Syðrugøtu, kann bøurin seint í víkingaøld neyvan
hava verið nógv minni enn í 18. øld.
Víkingaaldarbúpláss eru sostatt funnin innangarðs í 10
bygdum, sum allar eru ella hava verið kirkjubygdir. Helst er
tað tó tilvildarligt, at einki er funnið í øðrum bygdum við.
í 4 førum er víkingaaldarbúplássið funnið í fyrndarbýlingum,
sum nevndir eru í teirri elstu jarðabókini frá 1584, og sum
enn eru bygdir. Hesir býlingar eru í Skálum í Hvalba (1584:
ij Skalle), heiman Á í Kvívík (1584: faar hiemmen Aa), á
Eiði (1584: Eijdde) og við Gjógvará í Fuglafirði (1584:
Gioffueraa). 1 trimum bygdum er búplássið knýtt at forna
kirkjustaðnum í bygdini, her hevur búsetingin á staðnum í
tveimum førum, Hvalba og Eiði, verið varandi til dagin í dag,
meðan kirkjubústaðurin á Sandi er avtoftaður, helst tíðliga í
miðøld, men kirkjan verður standandi har hon einaferð er
sett. í 7 bygdum eru funnin víkingaaldarbúpláss, sum ikki eru
knýtt at forna kirkjustaðnum. f hesum bygdum er kirkju-
staðurin í 5 førum knýttur at fyrndarbýlingum, sum við ein-
um undantaki eru nevndir í teirri elstu jarðarbókini frá 1584.
Tær eru Kvívík (Kiercke theig), Fuglafjørður (up vid gaard),
Klaksvík (Vaage), Sandavágur (Sannde Vaage = á Sondum)
og Syðrugøta, har býlingurin oman Brúgv ikki er nevndur við
navni, men tó er til í 1584. Bert í Seyrvági og Vestmanna
stendur kirkjan í einingi.
Tá vit bera saman við viðurskiftini í Grønlandi t. d. er tað
óhugsandi, at hesar 7 kirkjur, tá tær einaferð í tíðini, helst
stutt eftir kristnitøkuna um ár 1000, vórðu bygdar á fyrsta
sinni, bert vórðu settar onkustaðni í bønum langt burtur frá