Fróðskaparrit - 01.01.1978, Qupperneq 59
Forn búseting í Føroyum
67
ikki rímiligt at hugsa sær, at teir granskarar hava rætt, sum
siga, at bert helvtin av føroysku bygdunum vóru bygdar í 14.
øld, at sundurbýtingin av býlingunum ikki byrjaði fyrr enn
um 1600, og at ognarjørðin tá var so lítið sundurskift, at tað
vóru meira enn 7 merkur í miðal upp á ognargarðin, eins og
tað skilliga ikki var rætt at tíðarfesta teir fyrstu býlingarnar
til umleið 1300.
Søgufrøðilig greining.
Uppfatan Róland Waag Høgnesens (1971), at bert helvtin
av føroysku bygdunum vóru bygdar so seint sum umleið 1300
—1400, hóskar sera illa við ta mynd av búsetingini, sum vit
hava gjørt okkum á fornfrøðiligum grundarlag, og hon er
neyvan røtt. Tað keldutilfar, sum Róland Høgnesen ætlandi
hevur nýtt er Føroyingasøga og tvær tingsamtyktir frá umleið
1350—T400: Hundabrævið (Helgason 1951: 111—12) og Skip-
an um tingfaratoll (Diplomatarium Færoense 27—28). Telja
vit eftir, eru næstan 2/a av øllum bygdunum nevndar í hesum
skjølum, og viðvíkjandi tí ónevnda triðinginum eiga vit at
gera okkum greitt, at endamálið við tingsamtyktunum er ikki
at rokna upp allar bygdir í landinum. Hví tann vantandi trið-
ingurin ikki er nevndur, vita vit ikki, men tað ber ikki til at
siga, at ein ávís bygd hevur ikki verið til, tí hon av einihvørji
orsøk ikki er nevnd í tingsamtyktunum. Eftir mínum tykki
hevur ikki verið tørvur á at áseta t. d. hundatalið fyri Myki-
nes, Koltur og Strendur, sum annars eru nevndar í Skipanini
um tingfaratoll ella fyri Skarvanes og Dal, sum eru nevndar
{ keldum frá 1404 og heldur ikki fyri Froðba, Velbastað, Hós-
vík, Glyvrar og aðrar bygdir, sum als ikki eru nevndar í mið-
aldarskjølum. Tað, at bygdir ikki eru nevndar í miðaldarskjøl-
um, kann ikki vera nakað prógv fyri at tær ikki eru til. Fyri
slíkar bygdir eru staðanavnagransking og fornfrøðilig gransk-
ing einastu møguleikar at greina búsetingarsøguna.
Tað skrivaða keldutilfarið úr miðøld er lítið og spjatt, og
einsamalt sigur tað okkum ógvuliga lítið. Hetta er harmiligt,
men tað er einki at gera við. Tað er neyvan nakrar vónir um,