Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 60
68
Forn búseting í Føroyum
at tað verður økt nakrantíð, og lítil dugur man vera í at seta
seg at bíða eftir, at tað stóra skjalasavnið, sum skal greiða
allar okkara miðaldarspurningar, kanska og kanska ikki fer
at vera funnið einaferð, í Rom, Hamburg ella Tróndheimi,
ella hvar tað nú man vera. 1 veruleikanum eru bert 2 leiðir at
ganga fyri at økja um okkara kunnleika til miðøldina. Vit
kunnu leita nýtt keldutilfar fram úr moldini við fornfrøði-
ligum rannsóknum, og vit kunnu kanna tey viðurskifti, vit eru
farin undir at viðgera, í yngri tíð, tí ein søgulig støða í yngri
tíð, sum er framkomin við reglubundnum broytingum gjøgn-
um miðøldina, soleiðis sum vit hugsa okkum búsetingarskip-
anina vera íkomna, vil í sjálvum sær siga frá teirri broytingar-
gongdini, sum hevur skapað hana. Tað eru ikki bert búsetingar-
viðurskifti, men so mong onnur søgulig viðurskifti í miðøld,
sum kundu verið lýst við at greina støðuna í t. d. 17. øld, tá
vit hava nóg mikið av keldutilfari til at kunna gera tað. Tað
er tí ikki trot á keldutilfari, sum eyðkennir granskingarstøð-
una í dag. Landsskjalasavnið er á tremur av skjølum, sum
kunnu nýtast til at greiða søguligar spurningar hesi seinastu
umleið 400 árini, og tað er tó Vs av tí tíðarskeiði, Føroyar
hava verið bygdar, og harvið eisini lýsa aftur á viðurskiftini í
miðøld. Eftir mínum tykki má ein tann mest týðandi táttur í
arbeiðinum við føroyskari søgu í komandi tíð vera at seta
granskarar at viðgera tær mongdir av keldutilfari, sum til eru
bæði her og uttanlands.
Tað fyrsta heildaryvirlitið, vit hava yvir føroyska búseting,
er jarðarbókin frá 1584, uml. Va øld eftir at miðøldin vanliga
verður søgd at enda. í henni eru teir allarflestu, men neyvan
allir, býlingar umrøddir og harumframt ein mongd av húsum,
men áðrenn eg kann viðgera tað búsetingarliga tilfarið í jarðar-
bókunum, haldi eg tað vera neyðugt at royna at meta um tað
virði, jarðarbøkurnar hava sum søguligt keldutilfar, at kanna
jarðarbýtið í 1584, tí sum eg áður havið lagt áherðslu á,
ognar- ella nýtslurættur til jørð stýrdi øllum viðurskiftum
tá á døgum og ikki minst tí búsetingarligu gongdini, og at
kanna ta føroysku arvaskipanina, sum eg meti vera orsøkina