Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 67
Forn búseting í Føroyum
75
ikki fleiri enn uml. 30. TaS vil siga, at einir 30 býlingagarðar
av teimum yvir 200 eru varSveittir óskiftir fram til 1584.
Longri frammi í miðøldini er tað smærri garðar, størri ella
minni partar av býlingum, ið kirkjan ognar sær, og seint í
miðøldini er tað teir beru snøklar, nakrir fáir gyllin. Júst hesi
mongu smáfestini meti eg sum haldgott prógv fyri, at eg eri á
rættari leið, tá eg føri fram, at sundurbýtingin av býlingunum
og stovnanin av húsum er byrjað tíðliga í miðøldini og hevur
hildið fram gjøgnum miðøldina.
Búsetingarliga kunnu vit uml. 1600 við jarðarviðurskift-
unum í huga rokna við at finna fleiri ella nógv hús í teimum
býlingum, sum ikki eru ein stórur kongsgarður, og tað er júst
tað, vit finna í jarðarbókunum. Eg rokni við, at tær ymsu
skattakonti umboða avmarkaðar búsetingareindir og vísa eitt
minsta tal av húsum. Latið okkum taka nøkur dømi.
1 Sumba finna vit í 1584 býlingarnar í Hørg við 3 húsum,
av teimum 1 festi, undir Hamri við bert einum 1 mk festi,
á Krossi við 3 húsum, sum eru felags um skattin, og við
Kvíggjá bert við einum festi, 1 mk 10 gl. Høvuðsbýlingurin
í Sumba, í Gørðum, er ikki nevndur við navni, men húsini eru
nevnd: Laðangarður er eitt 10 marka festi, í Niðurhúsum
hevur IV2 mørk í festi, og Kálgarður er longu farin sundur
í 2, ovari Kálgarður og niðari Kálgarður, sum hevur stívar
9 mk kongs. Her er skilliga talan um eina gamla sundurskift-
ing av býlinginum í fleiri hús.
Sama er støðan í Skúvoy, sum ikki hevur verið býlinga-
skipað, tað menn vita um, tó at hon kanska einaferð í tíðini
hevur verið tað. 1 1584 finna vit 4 hús nevnd við navni, Stóra-
stova, Sýslumansstova, Breiðastova og úti í Horni. Seinri kem-
ur Bartalsstova afturat. Áhugavert er tað, at einaferð í miðøld-
ini hevur ein skrivari ruslað eina gamla søgu niður á breddan
í lógbókini um 4 systrar, sum áttu hvør sín part av Skúvoynni
(Jakobsen 1907: XXVI), men líka so áhugavert er tað, at hesi
stovunøvnini umfata fleiri hús hvørt. Stórastova hevur 1 hús
við einum 8 markafesti, eitt annað við 9V2 mørk í festi og 2
festarum og harafturat eitt ognarhús. Sýslumansstova hevur 2