Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 68
76
Forn búseting í Føroyum
festi, annað hálvasjeyndu mørk og hitt 1 mørk. Hetta navnið
»Sýslumansstova« tykist sera áhugavert, og kann møguliga vísa
langt aftur í miðøldina og stava frá einum kongligum umboðs-
manni, sýslumanni, sum hevur havt sæti í Skúvoy. Breiðastova
hevur 6V2 mk í festi og 3 ognarhús. Einasta stovan, har bert
eitt hús er, er úti í Horni. Tað er skilligt, at hesar stovurnar
finnast í 1584 bert sum nøvn, ið stava frá eini nógv eldri tíð.
Miðaldarstovurnar, sum einferð hava verið til, eru í 1584
skiftar sundur í fleiri hús.
Mykines kundi eisini veri nevnt. Har eru 3 býlingar, og
vóru tað eisini í 1584. Høvuðsbýlingurin er ikki nevndur við
navni, men vit vita frá húsaskráseting á kongsfestunum í 1721,
at hann varð nevndur á Bø (Føroya Landsskjalasavn), men
broytti navn í 18. øld til Heiman Á (Svabo 1959: 373). Hinir
báðir eru Handan Á og á Túali. Býlingurin á Bø er í 1584
skiftur sundur í Innistovu og Útistovu, men hvør av hesum
stovunum er aftur skift sundur í fleiri hús, Innistova í eitt
festi við 4 gl og 4 ognarhús, Útistova í eitt 5 markafesti, eitt
hálvmarkarfesti og eitt ognarhús. Skilligt er, at býlingurin á
Bø fyrst er skiftur sundur í 2 hús, sum síðan eru farin sundur
í fleiri hús, og alt er hent fyri 1584. Handan Á eru 2 festi og
eitt ognarhús, og á Túali eru 2 festi, annað 3 mk 12 gl við
tveimum festarum, hitt 12 gl. og harafturat 1 ognarhús.
Hesi dømini skuldu verið nóg mikið til at víst, at sundur-
skiftingin av býlingunum í hús er ikki byrjað eftir 1600, sum
áður hevur verið sagt. Hon er byrjað langt fyri 1584.
Miðaldarkeldurnar eru ikki til stórvegis hjálp, men eg skal
tó nevna nakrar. í Hundabrævinum frá 14. øld kunnu vit
skilliga síggja eina býlingaskipan t. d. í Hvalba (Helgason
1951: 111), og í einum miðaldarskjali er ein býlingur nevndur
við navni. Tað er býlingurin á Sondum, heima á Sandi, og er
tað mær vitandi einastu ferð eitt býlingsnavn sæst í einum
miðaldarskjali. Hetta er eitt bræv frá 1412 (Jakobsen 1907:
49), sum viðger 4V2 mk við navninum Nikkajarðir, sum skilliga
liggja á Sondum. Hetta bønavnið er síðan horvið, men eftir
jarðarbókini er Sandagarður í 1584 júst 4V2 mk, so eg ivist