Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 69
Forn búseting í Føroyum
77
ikki í at siga, at taS er hetta festið, talan er um í 1412. Á
Sondum er eitt annað festi í 1584, 1 mk í húsinum á Brúgv,
og harumframt eru 2'Á mk ognarjørð ella meir í býlinginum.
Óskifti býlingurin á Sondum hevur upprunaliga verið 8 mk
ella meir, men hann er sundurskiftur fyri 1412, og tað er vert
at leggja til merkis, at brævið umtalar jarðarstykki, ikki ein
garð ella part av garði. Hugmyndin um jørðina sum part av
einum garði er longu í 1412 farin at kámast.
Ú rskurður.
Grundað á fornfrøðiligt, søguligt og málsligt keldutilfar
hugsi eg sostatt, at tað ber til at vísa á, at bygdir longu í
víkingaøld vórðu skiftar sundur í býlingar, og at býlingar
trúligast tíðliga í miðøld vórðu skiftir sundur í hús, sum aftur
vórðu skift sundur í minni hús. Henda sundurbýting er ein
reglubundin søgulig gongd, har arvaskiftisskipanin er orsøkin.
Henda skipan hevur uttan íhald virkað á jarðarviðurskiftini,
sum aftur hava virkað á búsetingarviðurskiftini. Um einki
forðaði, hevði henda sjálvvirkandi kraft kunnað malið alla
jørð sundur til berar snøklar, men vit hava kirkjuni í mið-
øldini fyri at takka, at hetta ikki hendi. Arvaskiftisskipanin
fekk sum frá leið bert helvtina av føroyskari jørð at virka á,
tí kirkjan ognaði sær hina helvtina. Lat meg viðmerkja, at
eftir mínum tykki gjørdi kirkjan í miðøldini føroyskum jarðar-
brúki eina stóra tænastu við at varðveita teir garðar, sum
gjørdust grundstuðulin í føroyskum jarðarbrúki, tá ognargarð-
arnir vóru farnir í sor, og búsetingarsøguliga er tað kirkjuni
fyri at takka, at vit í Føroyum umframt at fáa tann saman-
setta býlingin við fleiri húsum, eisini í nøkrum førum varð-
veittu tann upprunaliga búsetingarháttin við einum einsam-
øllum bóndagarði.