Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 85
Skeivar tenn hjá føroyskum børnum
93
6. mynd. Trongstøða við koppaðum
og snaraðum tonnum. Rúmskeivleiki í
ovara og niðara tanngarði, og støðu-
skeivleikar av einstøkum tonnum.
2% av 5 og 7 ára gomlum børnum høvdu heilar barnatenn, at
næstan helmingurin av barnajakslunum fóru at verða tiknir
í 8 ára aldri, at annaðhvørt 11 og 13 ára gamalt barn hevði
brendar framtenn, at eingin munur var millum bygda- og
býarbørn, og at munur millum børn við regluligari tannarøkt
og hini uttan bert sást í tali av viðgjørdum tonnum í 13 ára
aldrinum. Hann metir, at fyribyrgjandi tannarøkt eigur at
verða sett í verk frá tí, at børnini vera fødd.
Tá tannstøðuskeivleikar hjá einum fólki skulu verða skrá-
settir, eru tað fyritreytir, at tey, sum verða tikin við í kann-
ingina, ongar munandi tannasjúkur hava havt, ongar tenn hava
fingið tiknar, ongar tenn fingið rættaðar, og at tannsetingin
er búgvin, antin við barnatonnum ella við vaksnum tonnum.
Kanning Thylstrup’s vísti, at smábørn í 5 ára aldri ella við
búnum barnatonnum høvdu illa brendar tenn, men at tenninar
ikki vóru munandi viðgjørdar tá. Somu treytir luku skúlabørn-
ini ikki. Tey 11 ára gomlu kundu væntast at hava fingið væl
minni tannviðgerð enn tey 13 ára gomlu, men tey høvdu