Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 106
Føroysk fólkamentan
Bókmentir og gransking
Jóan Pauli Joensen
í sambandi við arbeiði mítt á Føroya Fornminnissavni havi
eg so við og við skrivað upp upplýsingar um bókmentir, sum
er gjørd innan føroyska fólkamentan ella føroyska fólkalívs-
frøði.
Bókmentirnar um føroyska fólkamentan og føroyska fólka-
lívsfrøði eru ógvuliga ymiskar. Fyri ein part er talan um vís-
indaligar rannsóknir, sum eru útgivnar upp á prent, eisini er
talan um bygdasøgur, endurminningar, ferðalýsingar o. s. fr.
Bókmentirnar eru ógvuliga ymiskar í dygd og háttalagi innan
tey ymisku evnisøkini. Eitt yvirlit verður ongantíð fullkomið,
t. d. havi eg ikki tikið við alt tað sum stendur í teimum mongu
jólabløðunum og jólabókunum, men annars havi eg roynt at
tikið so nógv við av prentaðu bókmentunum sum eg eri komin
at og so nógv av teimum óprentaðu, ella slíkum sum bert finn-
ast í fáum fjølritaðum ella avtiknum eintøkum, sum eru til
skjals á føroyskum granskingarstovum.
Yvirlitið er skipað soleiðis, at bókmentirnar fyrst verða skip-
aðar í bólkar, og seinasti partur er skipaður eftir høvundunum
í bókstavarøð. Tað er mín vón, at hetta yvirlit kann vísa á,
hvat er hent, og hvat hendir innan granskingina av føroyskari
fólkamentan, og at áhugað kunnu fáa nyttu burtur úr tí.
Sverri Egholm landsbókavørður og Ulf Zachariassen bókavørður hava
verið so beinasamir at lisið handritið áðrenn tað fór til prentingar.
Teimum og hinum starvsfólkunum á Landsbókasavninum veiti eg mína
bestu tøkk fyri hjálp og beinasemi.