Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 108
116
Føroysk fólkamentan
las í fleiri ár búskap og náttúrusøgu við universitetið í Keyp-
mannahavn, men tók ongantíð prógv. Seinna partin av lívi
sínum var hann búsitandi í Føroyum, har hann mest fekst við
at kanna føroyskt mál. Orðasavn hansara, har hann hevur
umsett tey føroysku orðini til danskt og latín, varð í 1966
útgivið av Chr. Matras. 1 1970 kom 2. bindið við drúgvum
inngangi og registari. 1 hesum verki eru nógv orð og orða-
lýsingar av fólkalívsfrøðiligum áhuga. Hóast hetta verk er
av stórum týdningi, so er kortini »Indberetninger fra en Reise
i Færøe 1781 og 1782« tann sum hevur størri týdning fyri
fólkalívsfrøðina. »Indberetninger. . ..« var upprunaliga ikki
ætlað at koma upp á prent, men var eitt álit til donsku
myndugleikarnar. Handritið hevur kortini ofta verið nýtt m.
a. av Jørgen Landt og Niels Winther (1875). Tann mentanar-
søguligi parturin av handritinum varð í 1924 givin út av M.
A. Jacobsen undir navninum »Føroyaferðin«. M. A. Jacobsen
skrivaði fororð til hesa útgávuna, sum er vert at nevna. í síni
heild varð verkið ikki útgivið fyrrenn í 1959 av N. Djurhuus.
Útgávan hevur ein langan inngang, viðmerkingar, orða- og
navnaskrá. Bókin kom út aftur av nýggjum í 1976. Meðan
hann livdi, fekk Svabo kortini prentað eitt og annað, her skal
serliga verða nevnd grein hansara um grindadráp (Svabo 1779).
Um lív og virki hjá Svabo hevur Reidar Djupedal (1957 ff)
skrivað eina sera góða lýsing. Presturin og plantufrøðingurin
H. C. Lyngbye var í 1817 í Føroyum og kannaði tara. 1 sam-
bandi við hesa ferð fekk hann eisini áhuga fyri føroyskari
fólkamentan og hann skrivaði fleiri greinir um hetta evnið
(1820, 1820 A, 1822, 1826).
í 1846 gingu meslingarnir sera ringir í Føroyum. Tveir ungir
læknar vórðu sendir til Føroya fyri at hjálpa til undir far-
sóttini. Annar teirra skrivaði afturkomin til Danmarkar eina
socialmedisinska ritgerð um eygleiðingar sínar í Føroyum
(Panum 1847). Hann lýsir føroysk viðurskifti sera gjølla sum
hann nú einaferð sá tey, so gjølla at fleiri føroyingar, sum lósu
í Keypmannahavn, hildu, at hann gekk ov nær. Tá hansara
grein seinni av øðrum varð nýtt sum heimild um føroysk