Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 109
Føroysk fólkamentan
117
viSurskifti, varð taS nógvum ovboSiS, og úrslitiS var eitt
pennakríggj í donskum bløSum og tíSarritum. ÚrslitiS av hes-
um kríggi var ein sera víSfevnandi sannan av føroyskum
viSurskiftum, hugsanarhátti, andaligum lívi og fólkamentan í
síni heild um miSjuna av 19. øld. Ole Jacobsen magistari hevur
savnaS hesi rit og giviS tey út í ársritinum »Fra Færøerne:
Úr Føroyum« 1971, og hevur sjálvur skrivaS ein inngang og
gjørt viSmerkingar til tilfariS. Av hesum er parturin hjá prest-
inum H. J. J. Sørensen tann týdningarmesti (1859, 1860). H.
J. J. Sørensen var av prestaætt, ættarmenn hansara høvdu í
trý ættarliS veriS prestar í Føroyum. Sjálvur var hann føddur
á ViSareiSi í 1818 og varS seinni prestur heima á Sandi, har
var hann í 13 ár. Hann hevur sera gott skil á føroyskum
viSurskiftum. Hansara »Erindringer fra Færøerne« (1862) eru
eisini útgivnar í »Fra Færøerne: Úr Føroyum« 1969 viS inn-
gangi eftir Ole Jacobsen. Henda grein er framhald av grein-
unum frá 1859 og 1860. TaS má sigast at vera ein sera stórur
fongur fyri føroyska fólkalívsfrøSi, at hetta tilfar er giviS
út av nýggjum, taS hevur veriS ógvuliga lítiS nýtt fyrr. Niels
Winther (f. 1822 d. 1892) var sakførari, politikari og blaS-
maSur. Hann var fastbúgvandi í Danmark aftan á 1856. I
1857 var hann næstan liSugur viS bók sína »Færøernes Old-
tidshistorie«, men hon varS ikki prentaS fyrr enn í 1875.
Bókin hevur nágreiniligar kelduvísingar, eitt nágreiniligt inni-
haldsyvirlit og evnisskrá. TaS var ætlanin hjá høvundinum
at lýsa føroyska søgu um endan á 11. øld. Høvundurin hevur
ikki altíS dugaS at mett um heimildirnar, so í so máta er nógv
at finnast at, men taS, at hann nýtir fólkaminni og dømi um
lívshátt frá síni egnu tíS til at lýsa taS farna, ger, at bókin,
sum kanska er av ivasomum týdningi fyri ein søgumann, kann
fáa týdning fyri fólkalívsfrøSina.
TaS skuldi næstan veriS óneySugt at nevnt V. U. Hammers-
haimb: »Færøsk Anthologi« (1891). 1 hesum frálíka verki
verSa flestu partarnir av føroyskari fólkamentan lýstir. Hon
er uppafturprentaS í 1947 og í 1969.
TaS eru fleiri prentaSar ferSalýsingar, dagbøkur o. t., um