Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 110
118
Føroysk fólkamentan
ferSir til Føroya, men tað er ikki pláss til at umrøða hvørja
einstaka í hesum viðfangi, í staðin verður víst til bókmenta-
yvirlitið í verkinum »Føroyar« II, 1958 bls. 285.
Nýggjar bókmentir.
Føroyar hava síðani verkið kom út á fyrsta sinni verið um-
røddar í J. P. Trap: Danmark. Seinasta útgávan er frá 1968.
Har er eitt alment yvirlit yvir Føroyar, staðfrøðiligar upplýs-
ingar um allar bygdir í Føroyum. Annars eru verk Daniels
Bruun (1901, 1902, 1902 A, 1902 B, 1903, 1904, 1906, 1906
A, 1907, 1915—1922) av týdningi, serliga bókin »Fra de fær-
øske bygder« (1929). 1 hesi bók eru fleiri av fyrru greinum
hansara prentaðar uppaftur. Bruun var kapteynur í danska
herinum; umframt uppmátingar stílaði hann eisini fyri forn-
frøðiligum útgrevstrum í Føroyum, íslandi og Grønlandi.
Undir seinna veraldarbardaga var enski náttúrufrøðingurin
Kenneth Williamson í Føroyum sum hermaður, her varð hann
giftur við føroyskari gentu. Aftan á bardagalok gav hann út
bókina »The Atlantic Islands. A Study of Faroe Life and
Scene« (1948). Bókin er høvuðsverkið á enskum um føroyska
fólkamentan. Hon er økt og uppafturprentað í 1970.
Tvey ár aftaná varð verkið »Livet paa Færøerne« (1950)
givið út undir ritstjórn H. A. Djurhuus. Av størri týdningi er
kortini verkið »Føroyar«/»Færøerne«. Hetta verk varð í 1958
givið út í tveimum bindum samstundis á føroyskum og donsk-
um. Hetta er enn eitt av høvuðsverkunum um føroyska fólka-
mentan.
Bókin hjá Aage H. Kampp: »Færøerne, Folk og Erhverv«
(1950) eigur eisini at verða nevnd. Høvundurin er mentanar-
landafrøðingur. Bókin er komin út í fleiri útgávum, seinast í
1974. Av lættlisnum yvirlitsverkum um Føroyar kunnu nevn-
ast Jørgen-Frantz Jacobsen: »Færøerne. Natur og Folk« (1936),
útgivið av nýggjum í 1953 og 1970, Sverre Stove og Jacob
Jacobsen: »Færøyane« 1944 og »Færøerne« sum danska ferða-
mannafelagið gav út í 1950. Tað eru fyri tað mesta føroy-
ingar, sum hava skrivað hesa bókina. Eisini eigur bókin hjá