Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 113
Føroysk fólkamentan
121
(1968), sum vann honum licentiatheiti í rættarvísindum, ser-
liga íest seg við viðurskiftini í heimbygd síni, Funningi. Bókin
hevur sera stórt heimildaryvrlit.
Staðbundnar rannsóknir.
Fleiri fólkalívsfrøðingar hava gjørt staðbundnar rannsóknir
í føroyskum bygdum hesi seinastu árini, men framløgurnar av
hesum rannsóknum eru í mongum førum ikki lidnar. Kanska
hava føroyskir stovnar heldur ikki fingið eintak av øllum
rannsóknunum. Men onkur er liðug kortini, t. d. »I’m a
Stranger too. A study of the familiar society of the Faroe
lslands with special reference to the kinship, economy and
demography of a small fishing village«. Soleiðis eitur doktara-
ritgerðin hjá Jonathan Wylie í sosialantropologi við Harvard
University 1974. Hetta er ein staðbundin rannsókn av »Álva-
bø«. Ritgerðin er óprentað, men finst á mikrofilmi, við Har-
vard, soleiðis at tað ber til at fáa ljósrit av henni.
I.icentiatritgerðin hjá Nannu Hermansson við Lunds Uni-
versitet »Nólsoy. En fároisk bygd i omvandling« kom út sum
bók í 1976. Nanna Hermansson, ið hevur verið savnvørður á
Føroya Fornminnissavni, viðger serliga vinnulívið í bygdini
úr søguligum sjónarmiði.
Alment um landbúnaðarviðurskifti
Um landbúnaðarviðurskifti er serliga »Forslag og Betænk-
ninger afgivne af den Færøske Landbokommission« (1911) av
týdningi og kanska serliga ískoytið, har m. a. J. A. Lundahl
skrivar Bemærkninger om de færøske Landboforhold«. Hetta
var upprunaliga útgivið sum serstakt rit í 1851. Eisini Taxa-
tiónsprotokollin ella »Protokol ove r den i Henhold til Lov
angaaende en ny Skyldsætning af Jorderne paa Færøerne af
29de Marts 1867 foretagne Taxation af bemeldte Jorder«
(1873), sum er rætta navnið á protokollini, eigur eisini at
verða nevnd. Hon er uppafturprentað í 1973.
Jóannes Patursson hevur í Dimmalætting í 1892 eina áhuga-
verda grein, sum hann kallar »Sammenlignende Betragtninger
9 — Fróðskaparrit