Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 117
Føroysk fólkamentan
125
fiskere. Etnologisk undersøgelse af en erhvervsgruppes liv«
(1975) verður lívið umborð á sluppunum viðgjørt. Bókin fevnir
tíðarskeiðið 1900—1939. Greitt verður frá arbeiði, fiskiskapi,
sosialum umstøðum og øðrum lívi og virki hjá fiskimonnunum.
Ritgerðin hevur sum heimildargrundarlag tilfar, sum er savn-
að við spurnabløðum og av samrøðum, ið eru tiknar upp á
ljóðband. Um fiskiskap í einum størri samfelagsligum høpi eru
verk Erlends Paturssonar tey frægastu. Tíðin til 1939 verður
viðgjørd í tveimum bindum »Fiskiveiði-Fiskimenn« (1961) og
tíðin aftan 1940 verður viðgjørd í trimum bindum, av hesum er
kortini bert bind 2 útkomið (1976). Eisini eigur bókin hjá
Jákupi í Jákupstovu frá 1971 at verða nevnd. Fólkatrúgv í
sambandi við fiskiskap og sjóvinnu verður umrødd í táttinum
um fólkatrúgv.
Hvala- og kópaveiði.
Grindaveiðin er ein kendur táttur í føroyskari fólkamentan
og verður nevnt at kalla { øllum bókmentum um Føroyar, so-
leiðis eisini hjá Tarnovius, Debes, Landt, Svabo og seinni høv-
undum. Svabo er tann fyrsti, sum viðger grindaveiði í eini ser-
ligari grein í 1979. Síðani hava H. C. Lyngbye 1826 og H. C.
Múller í 1883 skrivað um grindaveiði, Múller skrivar eisini um
døglingaveiðina. 1 nýggjari tíð hevur serliga Bjørk (1963) savn-
að eitt stórt tilfar um grindaveiði, serliga í sambandi við
strandrættin.
Jóan Pauli Joensen hevur í »Pilot Whaling in the Faroe Is-
lands« (1976) lýst grindaveiðina úr søguligum sjónarmiði og
hevur roynt at vísa á, hvussu teir ymisku partarnir í grinda-
veiðini eru vaksnir fram. í hesum verki finnast tilvísingar til
bókmentir um evnið.
Kópaveiði er ikki viðgjørd í nakran serligan mun. Jirlow
greiðir frá veiðini (1931), og í Mondli 1977 hevur Óli Groth
Johannesen eina sera góða lýsing av kópaveiði í Dali (Johanne-
sen 1977).