Fróðskaparrit - 01.01.1978, Blaðsíða 119
Føroysk fólkamentan
127
í 1962, eina grein um roykstovu og glasstovu í 1966. 1 eini
ritgerð frá 1973/74 setur hann tað føroyska húsiS í eitt út-
nyrSings-europeiskt høpi. Fyri honum eru húsini ikki sprottin
burtur úr einum grótbygningi, men hava frá byrjan veriS ein
stavbygningur, sum so viS og viS varS umgyrdur av grót-
veggjum, sum so aftur fyri ein part eru horvnir í nýggjari tíS.
Húsini hava ikki havt eina serliga føroyska menning, men eru
partur av einum byggisiSi, sum er felags fyri eitt størri øki
í ÚtnyrSings-Europa. Arne Thorsteinsson, savnvørSur á Før-
oya Fornminnissavni, hevur somu uppfatan og heldur seg
kunna vísa á fornfrøSislig prógv fyri hesum (Thorsteinsson
1975, 1976 og 1978). Sverri Dahl hevur staSiS fyri teimum
flestu fornfrøSiligu útgrevstrunum, og hevur hann eisini latið
úr hondum frágreiSingarnar frá teimum flestu útgrevstrunum
(1951, 1952, 1956, 1958, 1961, 1965, 1970).
Nýggjari føroysk hús eru viSgjørd í eini stuttari grein eftir
Poul Morell Nielsen (1971). Nevnd kann eisini verSa bókin
hjá H. C. W. TórgarS 1932.
Danski fornfrøSingurin Knud J. Krogh hevur staSiS fyri
fornfrøSiligum útgrevstrum í kirkjuni heima á Sandi (1975).
Úrslitini av hesi rannsókn vísa, at kirkjurnar upprunaliga hava
veriS stavbygningar, seinni umgyrdar av grótveggjum fyri
síSani at verSa klæddar viS timbri aftan á at grótveggirnir
eru horvnir. Hetta er ein menning, sum samsvarar sera væl
viS menningina í sethúsunum. Annars hevur Th. Havning
(1958) og Sverri Dahl 1968 (J. P. Trap) og 1977 skrivaS um
kirkjur. 1 hesum sambandi kann eisini vera nevnt, at føroyskt
kirkjusilvur er vorSiS skrásett og avmyndaS (Exner 1975).
Úthús eru serliga viSgjørd av Bjarne Stoklund í hansara frá-
!íku grein »Den færøske hjallur« (1963). Hann samanber m. a.
hjallin viS gróthúsiS og kemur til taS úrslit, at hjallurin
møguliga er av norrønum og gróthúsiS av keltiskum uppruna.
Arne Thorsteinsson hevur eisini tikiS lut í hesum kjaki (Thor-
steinsson 1975, sí eisini Stoklund 1976). Greinin hjá N. Djur-
huus (1945) um hjallin er eisini verd at nevna.