Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 123
Føroysk fólkamentan
131
tradisjónina um mannin umborð í einum minni verki frá sama
ári. (Joensen 1975 A). 1 einum øðrum verki verður tradisjónin
í sambandi við útróður samanborin við tradisjónina umborð
á sluppunum (Joensen 1978). Eisini Eyðun Andreassen viðger í
grein síni »Hamferð. Yarsel om ulukker pa sjøen pl Fæøyane«
(1977) fólkatrúgv í sambandi við sjógvin.
Sviin Bo Almqvist, ið er professari í Dublin, hevur skrivað
eina sera áhugaverda ritgerð um niðagrís (Almqvist 1971).
Bókin hjá R. K. Rasmussen »Gomul føroysk heimaráð«
(1959) er einasta verk um føroyskan fólkakunnleika um heilsu-
ráð. Tað skal verða viðmerkt, at R. K. Rasmussen skrivaði
bókina á donskum, og at Jóhannes av Skarði hevur týtt til
føroyskt.
Skaldskapur av manna munni, fólkatónleikur og dansur.
Hóast evnini, ið eru bólkað í hesum tátti, ikki eru tey sum
eg havi fingist mest við, so ditti eg mær kortini at skriva um
ta gransking, sum er gjørd innan hetta økið, tí hetta er ein
partur av okkara fólkamentan, sum eigur at verða viðgjørdur
saman við hinum pørtunum av fólkamentanini.
J. Chr. Svabo savnaði í síni tíð kvæði, sum Chr. Matras
hevur givið út í bók í 1939. H. C. Lyngbye gav í 1822 út:
»Færøske Quæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt«, í
høvuðsheitunum er henda útgáva grundað á uppskriftirnar hjá
J. H. Schrøter av Sjúrðarkvæðum. Uppskrift hansara er seinni
vorðin útgivin við viðmerkingum av Chr. Matras (1951—53).
Útgávan hjá Lyngbye av kvæðunum vakti miklan ans, og stuðl-
aðir av áhugaðum í Danmørk fóru menn undir at skriva niður
kvæðini. Úrslitið var fleiri kvæðabøkur, t. d. »Sandoyarbók«,
sum var skrivað liðug í 1831. Hon rúmar 93 kvæði. Ein onnur
er »Fugloyarbók«, sum rúmar 97 kvæði. Eisini eiga »Sumbiar-
bók« og »Koltursbók« at verða nevndar. Av hesum er »Sand-
oyarbók« undir útgávu, tað fyrsta bindið er útkomið (Jóannes
í Króki 1968).
Svend Grundtvig og Jørgen Bloch savnaðu øll tey føroysku
kvæðini fyri at geva tey út í stórverkinum »Føroya Kvæði«