Fróðskaparrit - 01.01.1978, Side 142
Ritstjórnarskifti
Tvey nøvn hava staðið á tittulblaðnum á Fróðskaparriti
síðan 1952, tá ritið kom út á fyrsta sinni, men tey eru horvin
á hesi 26. bók av Fróðskaparriti. Tað eru nøvnini Flans Debes
Joensen og Jóannes Rasmussen. Teir hava sitið sum ritstjórar
á ritinum og sum nevndarlimir í 25 ár, tey ár sum Fróðskapar-
rit og Føroya Fróðskaparfelag hava verið til.
Á aðalfundi felagsins 17. desember 1977 tóku teir seg burtur
úr felagsnevndini og samstundis søgdu teir frá sær ritstjóra-
starvið. Saman við teimum hevur Sverri Dahl, landsantikvarur,
sitið sum nevndarlimur øll hesi árini; hann hevur ikki verið
ritstjóri, men tess meira hevur hann skrivað í ritið. Eisini hann
segði seg úr nevndini. Flóast nógv varð strongt á, vildi eingin
av teimum lata seg velja aftur. Teir hildu 25 ár vera nóg mikið.
Tey fyrstu 10 árini sótu Hans Debes Joensen og Jóannes
Rasmussen einsamallir sum ritstjórar, men í 1962 kom Jóhannes
av Skarði, orðabókamaður og lærari, afturat. Hann fór úr
ritstjórnini í 1973, og í hansara stað kom Jóhan Hendrik W.
Poulsen, sum enn situr í ritstjórnini.
1 1965 fekk meginhugskot teirra hold, tí tá varð Fróðskapar-
setur Føroya sett á stovn. Nú fer fram hægri undirvísing innan
føroyskt mál og bókmentir, náttúruvísindagreinir og gudfrøði.
Ikki ber til at taka embætisprógv, men prógvini við Fróð-
skaparsetrið eru góðkend sum partur av lesnaði við universitet
í Norðurlondum.
Tað er óneyðugt at siga føroyingum frá, hvørjir hesir undan-
gongumenninir í fróðskapi eru, tí teir hava báðir fleiri onnur
almenn álitisstørv umframt dagliga virki sítt.