Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 143
Ritstjórnarskifti
151
Hans Debes Joensen er føddur 27. 11. 1913 á Tvøroyri.
Hann tók studentsprógv í 1932 og fór at lesa læknafrøði.
Hann varð lækni í 1939. Embætislæknaprógv tók hann í 1942.
í nøkur ár starvaðist hann sum lækni í Føroyum og Danmark
til hann í 1949 gjørdist landslækni í Føroyum, og tað er hann
enn.
Hans Debes Joensen hevur verið formaður í Føroya Fróð-
skaparfelag í 1952-1974 og næstformaður 1974—1977. Hann
hevur verið næstformaður í setursráðnum 1965—1974 og for-
maður 1974—1977. Hóast eitt sera krevjandi starv, hevur
Hans Debes Joensen skrivað fleiri læknafrøðiligar ritgerðir, m.
a. doktararitgerð í 1954. Hann hevur eisini skrivað Alisfrøði,
sum hann fekk M. A. Jacobsens heiðurslønina fyri í 1969.
Umframt granskingarverk sítt í læknafrøði og alisfrøði hevur
hann fingið nógv á skaftið í frøðiorðagerð og týðing av skald-
skapi. Hann hevur m. a. týtt kinverskar yrkingar til føroyskt.
Jóannes Rasmussen er føddur 29. 2. 1912 í Tórshavn. Hann
hevði upprunaliga skrivstovuútbúgving, men tók studentsprógv
í 1937. Aftan á studentsprógv starvaðist hann, samstundis sum
hann las við universitetið í Keypmannahavn, á Danmarks Geo-
logiske Undersøgelser. Her fekk hann eisini starv sum jarð-
frøðingur, tá hann í 1950 gjørdist mag. scient., fyrst sum vís-
indaligur hjálparmaður og frá 1953 sum deildarjarðfrøðingur.
Síðan 1955 hevur hann harumframt verið fyristøðumaður fyri
Føroya Náttúrugripasavni. Síðani 1971 hevur hann verið stats-
jarðfrøðingur (statsgeolog).
Jóannes Rasmussen hevur verið næstformaður í Føroya Fróð-
skaparfelag 1952—1974 og formaður 1974—1977. Hann hevur
verið formaður í setursráðnum 1965—1974 og næstformaður
1974—1977.
Jóannes Rasmussen er høvundur at fleiri ritgerðum og grein-
um um føroyska jarðfrøði. 1 ár varð hann kosin til heiðurs-
doktara við universitetið í Keypmannahavn.
1 nýggju nevnd Føroya Fróðskaparfelags vórðu á aðalfundi
17. desember 1978 valdir: Høgni Debes Joensen, lækni, Jóhan