Búnaðarbløð - 01.01.1903, Qupperneq 4

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Qupperneq 4
4 Tó bleiv hesa stuttu tíð gjørt nógv. Bøurin bleiv ruddaður og deils avveittir við veitum undir heilum, so hann var tjenligur til maskindrift. Har bleiv sýnt Føringum, at tað mesta jarða- arbeiði, pløing, saksing, sáing, uppfoyring o. m. a. kunđi gerast við rossakraft. Har bleiv sýnt, at inn- heysting líkaleiðis kann gerast við rossum og maski- num; treski- og tíningarløg komu eisini til brúks og fleiri aðrar maskinur. Hartil vatnkraftin. Av royndarbrúkinum í Kirkjubø fingu Føringar eyguni upp fyri eini tíðsháttarligari smørviðgerð, so- leiðis sum nevnt aðra staðnis í blaðnum. At tað í eina so stutta t.íð ikki kunđi gerast mikið við aðrar royndir sum fóðring, urtaaling, tøðing o. a. s., tá so nógv lá fyri, sum ein roynd, at sýna, at alt Føroya jarðabrúk, frá at drívast bara við handamakt, kundi ganga yvir til at drívast við kunnskapi og og đjóra- og natúrkraft, er sjálvsagt, og tá vit so vita, at tað var einans maður aleina, sum skuldi hava við alt at gera, so krevja vit enn minni, men tó hava vit úr Kirkjubø lært mangt og hvat, bæði um urtaaling og fóðring av krýatúrinum. Lærisveinar eru eisini upplærdir í Kirkjubø, og eru fleiri komnir tí føroyska jarðabrúkinum til gagn. 1899 stødgaði studningurin t.il brúkið í Kirkjubø. 1900 kom bønarbræv frá J. Patursson og M. Winther-Lutzen um aftur at seta á føtur skúla í Kirkjubø. í 1901 og 1902 bleiv í báðum árinum frá hesum somu monnum framlagt uppskot um royndarbrúk og skúla. 1902 gjørdi tingið enda á málinum, tað bleiv tagt burtur. Nú standa vit aftur sum í 1882, við ongum. Tá vóru kravini so smá frá fólkinum, at tað kundi byrjast í smáum og ganga framm sum Førja jarðabrúk gekk framm. Nú eru jarðabrúksins viðurskiftir mikið umskapaði, ringt fyri arbeiðskraft, livimátin umskaptur og jarða- brúkið nakað framkomið, og eru tí kravini, sum vera sett, væl størri. Eitt roynđarbrúk við skúla krevir tí nú nógvan pening og góðar kreftir, fyri at gera fulla nyttu.

x

Búnaðarbløð

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.