Búnaðarbløð - 01.01.1903, Síða 6
6
í
Inspektør Feilberg, sum var her uppi nakað síðan,
segði frá, at hann brúkti at ríva upp mosajørðina við
eini góðari knívsaksu og breiða tøð ovan á, tað skuldi
geva nógv gras.
At breiða »undir gras« er gott áður jørðin er
blivin forn; har suin tæri fæst, er han frálíkur, helst
til djúpa jørð. Grunn jørð skal breiðast seint um
várið tá grasrótin fer at spretta.
í fjør kom í handilin tøð av tvøsti og beinum
frá virkihúsinum hjá Grøn á Gjánoyri. Hesu tøðini
eru enn ikki roynd í Førjum, men í útlandi er hettar *
slagið nógv brúkt og sigist at vera góð tøð. At *
breiða slík tøð undir gras er best at gera um heystið,
tí tey upploysast seint, men virka leingi.
Senkutøð, (øska, gólvsóp, fiskaskræll, eplaflus,
uppvaskivatn o. m. a. s.) eru góð tøð undir gras, men
má tá bøurin reinskast væl aftaná.
At velta havra gevur nógv fóður og gótt fóður.
Havri hevur langa vøkstirtíð og stadnast tí illa hjá
okkum, men at sláa niður grønur og brúka beinan
vegin ella at turka, er hann frálíkur. Sama vídd gevur
upp til 2 ferðir so mikið í vegt av havra sum av
grasi. Tað er tí tilráðiligt at velta nógvan havra til
fóður, bæði fyri fóður tað árið og fyri jørðina seinri,
tí tað ber væl til at velta havran úr fornari jørð,
men tá er ikki til at spara tøðini. Veltingarmátin
kann vera sum fyri korn. Havri kann eisini væl
sáast í eplaveltuna frá í fjør, so fæst nøkur nytta av
hesum stykkinum, sum annars liggur fyri ongum, og
er havrin ikki ov tjukkur, so grasast stykkið nakað
aftur. Beinan vegin at sáa græsfræ í tað sum epla-
velta var í fjør er eisini gott og loysir seg betur enn
at lata stykkið svarast aftur av natúrini.
Áður bleiv nevnt kornvelting fyri at fáa meir
gras meir fóður, at eisini holmur av føroyskum korni
kann brúkast til fóður og or gott fóður, er eygvitað, men
má hann tá helst turkast væl antin úti ella inni í
opnahjalli.
Meðan talan var um at breiða undir gras bleiv
ikki nevnt land, sum tó er hitt týdningarmiklasta
evni, vit nú hava at ráða yvir av slíkum, tí rokna