Búnaðarbløð - 01.01.1903, Page 10

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Page 10
10 I siga okkum; fyri at fáa tað turt er best at veita grundinu av fyri oman og við síðurnar, og veitir har, sum keldur koma framm. Er grundin væl turr, so fæst gott gólv av leiri, væl saman stúgvað, sandur ella eyrur omaná. Stein- sett gólv av malagróti og nakað leir omaná kann vera gott, men av slíkum natúrligum gólvi er gólv av sløttum hellum tað besta. Cementaði gólv eru frálíka góð, men dýr. Timbur- gólv eru tey líggjastu og reinligastu, men eisini dýr, . tí viðurin rotnar skjótt í fjósinum. Ilvussu høgt skal vera millum loft og gólv? Ja! her eru menn ymiskir á máli, summir vilja siga 3—4 alin og aðrir ikki meir enn 3. I hvussi er má tað vera so høgt, at tey, íð neytini skulu røkja, kunnu ganga frítt; nógv lægri enn 3 alin er ikki ráðiligt at hava fjósið, og tá vit so minnast, at jú hægri tað er millum loft og gólv, tess størri verður rúmið, og tess meir krevur til at gera tað heitt inni, so kann hvør passa, hvussi hann vil hava tað. Til básarnnr seta neytini ikki smá krav, tí har slíta tey meir enn sín hálva alđur. Hann má fyrst og fremst geva góða leðu fyri neytini; tað skal júst ikki sigast, at neyt krevja nógv í tann rætning, tá vit leggja okkara mál á, men tó altíð nakað. Er gólvið í fjósinum turt, ber væl til at hava leir fyri framman á básinum og fjalir fyri aftan — leir hevur tó tann ampa at vera helđur óreinligur, støv og rusk vil so lætt seta seg í holdið og koma í mjólkina, og skuldi tað óhapp verið, at neytini fingu lýs, vóru leirbásar ringir at reinska. Cementaðir básar eru turligir og lættir at halda reinir, men đýrir og kaldir. Heilir træbásar vera í roynđum teir bestu, turrir, heitir og nossligir sum teir eru. Básar, sumhallamót flórinum, eru ikki tilráðandi; væl eru teir lættir at halda reinir, menn ein slættur básur kann eisini vera reinur og nossligur, tá fjós- konan hevur góða hugsan og eftiransan. Ov langir básar eru bara til at savna óhumsku, og ov stuttir básar líkaleiðis. At hava skilarúm millum hvørja kúgv er tað 1

x

Búnaðarbløð

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.