Búnaðarbløð - 01.01.1903, Side 11
11
besta, at hava tvær kýr millum hvørt skilarúm, kann
eisini gerast.
Ein grunnur og breiður flórur er lættur at sópa
úr og er vist av øllum betri enn tann đjúpi, gott er
at hava hall á honum, so landið setir væl frá.
Hvat skulu neytini eta burtur úr? Tann gamli
máti var at geva neytinum hoysoppin frammi á bás-
^ inum, og tann mátin er vist ikki so ringur.
. í øilum nýggjum fjósum uttanlands hava teir
x langar krubbur av cement, leiri ella træ, sum neytini
eta og drekka úr, gongd er fyri framman krubbuna,
so har gongur alt lætligt og skjótt, og tað kann vera
neyðugt, har nógv neyt eru, lð—20 upp til fleiri
hundrað, men tað er tann stóri ampi við hesum mát-
anum, at sjúka so lætt kann førast frá eini kúgv
til hina ígjøgnum krubburnar, ein ampi sum nú, síðan
tuberkulsjúkan fekk yvirvalđi, nógv verður eftirans-
aðir.
Har sum nógv neyt eru, mugu krubburnar enn
l sigast at vera tað besta, at geva neytinum úr, men
mugu tær vera lættar at reinska, helst rundar í botn-
inum. í sinærri fjósum við færri neytum er liin mátin,
at geva hvørjari kúgv fyri seg, tann besti, tá hann
kann gerast eitt sindur iættligari enn nú.
Lat okkum til đømis hava eina gongd fyri framman
neytini, liar hoyggið kemur til, antin av loftinum ella
úr løðuni, sum er føst í fjósinum.
Ein má gangurin vera eisini fyri aftan neytini,
fyri at lætta um sópingina.
Vatn er gott at hava inni í fjósinum, tað sparir
nógv stríð og er ikki dýrt at fáa.
Ætlan er at skriva nakað lítið um hinar úthús-
% byggingarnar eisini: rossa- og grísahús, loðu, reið-
skapshvis, køst o. a. m. Kundu vit so fingið eina góða
* tekning av einari samlaðari úthúsbygging, so hevði
j verið væl.
'tr
2*