Búnaðarbløð - 01.01.1903, Síða 14
14
húsini, fríðka um heim tít. Er tú einur og tú heldur
teg ikki kunna gera nóg mikið sjálvur, so er um
veturin so nógv ledig arbeiðskraft, at tú ikki nýtist
higgja teg nógv um, fyri at fáa tað tú vil og tvífalt
verður vælsignilsi av tí, tú tekur tær fyri.
Harri Winther-Lútzen!
Eg hoyri, at tygum ætla at geva út eitt bónda-
blað, gevi mær tí rúm fyri hesum fáu reglum:
Fyri nøkrum árum síðani bleiv starvast nógv
fyri at fáa í lag eitt tøtingasetur, tað kom tá einki
burtur úr av ósemju.
Nú er nakað langt síðani, so kanska fleiri hava
fingið eyguni upp fyri tí góða, ein siíkur samanslut-
ningur kann geva.
Eg spyrji tí: er tað ikki best nú aftur at fara
og royna, áður nakar einkiltmaður lcemur og tekur
tað frá bøndrinum?
Norðanbóndi.
* *
*
Eftir sum fólkatos gongur, sigst eitt tøtingasetur
at vera í umbúna í Havn og júst av einstakamanni;
um nakað er í hesum, kan ikki sigast vist.
Blaðst.