Búnaðarbløð - 01.01.1903, Qupperneq 16
16
frøði, búnaðarsøga, jarðarøkt, reiðskapsfrøði, mjólka-
frøði, djóralæknisfrøði, íslandskt og danskt mál og
leikfimi (gymnastik.)
Allar kenslugreinar eru broyttar eftir landsins tarv.
Fyri at vekja betri hug hjá næminginum til
búnaðin, verða gjørdar ferðir til bóndabýlir í námd,
har jarðabøtur eru gjørdar ella eru í verki, ella har
búfæarrøktin er í góðum lagi; á hesum ferðum fylgja
kennarir av skúlanum við.
Við búnaðarskúlan eru í vetur havd stytri skúla-
skeið. 15.—30. nov. var skeið fyri kenslu í mjólking,
og vóru til hettar hildnir fyrilestrir um: hitt nýggja
mjólkingarlagi, um byggingina av jurðinum, mjólka-
tekin á kún, neytafóðring, og um evnini í mjólkini.
Á skúlanum skal í mars mánað vera skúlaskeið
fyri bøndir, við ymsum fyrilestri um jarða- og krýa-
túrrøkt og bókføring.
ísland hevur ein búnaðarskúla fyri hvørt sýssul,
men eru teir tó ymisliga skipaðir.
Landbrnnn. Allir, sum hava jørð og kúgv, frá tí stóra
bóndanum og til tann minsta traðarmannin, fái tykkum landbrunn.
Sum nú er, fer tað mesta av lanđinum til spillis, og tó
hevur tað nærum líka nógv virði sum øll hini tøðini tilsaman.
Hvør jarðateigur líður nógv av hesum, og tí hvør jarða-
eigari og alt okkara land.
Eina nýggja útskiftningslóg- bygda uppá tað grundsýnið,
at samlaður eigindómur, við eigarinum ella brúkarinum búsitandi,
har jørð hansara liggur, er tað eina rætta, treingja vit meir til
enn nógv annað lógarbeiði.
Piskiskapur og jarðabrúk. Okkara skipafloti leggur nú
inn í landið væl 1 mill. kr. í peningi, og okkara jarðabrúk ikki
fullt so mikið.
Skipaflotin er verdur o. u. 1 mill. kr. og jørð okkara 4'/4
mill. kr.
Her er ikki alt sum tað eigur at vera.
Hvar er skyldin?